Útlendingapolitikkur
Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya vil harðliga átala, at embætisfólk í Innlendismálaráðnum verða løgd undir snævurskygni og rasismu.
Tað sigur felagið í tíðindaskrivi nú um vikuskiftið.
Felagið sigur, at tað tekur stóra frástøðu frá tí, ið Jóhan Dahl, tingmaður og formaður í løgtingsins uttanlandsnevnd, segði í Sosialinum hósdagin.
Felagið tekur hetta sum eitt stórt álop á starvsfólkini í Innlendsmálaráðnum og á alla miðfyrisitingina.
Búskapar og Løgfrøðingafelagið sigur, at útlendingamál verða umsitin eftir lógini á økinum og at umsitingin arbeiðir so skjótt sum møguligt, soleiðis sum umstøðurnar eru og við landsstýrismanninum sum hægsta umsitingarliga leiðara.
Miðfyrisitingin varð eisini skerd munandi herfyri, og tók m.a. Jóhan Dahl, tingmaður og formaður í løgtingsins uttanlandsnevnd, undir við hesi skerjing.
At m.a. Innlendismálaráðið hevur avmarkaða arbeiðsorku, kann tí ikki koma óvæntað.
Felagið vísti í tí sambandinum á, at færri búskapar- og løgfrøðingar í miðfyrisitingin fór at merkjast, og í ringasta føri fór hetta at skerja rættartrygdina, vegna skerda arbeiðsorku.
Búskapar- og Løgfrøðingafelagið heitir tí á Jóhan Dahl, og aðrar tingmenn, um at varða seg fyri, at leggja embætisfólk undir líkt og ólíkt, ið ikki kunnu forsvara seg alment og ikki gera annað enn at tæna landsstýrinum,
Kann ikki góðtakast
Í samrøðuni við Sosialin átalaði Johan Dahl harðliga útlendingapolitikin hjá landsstýrinum.
Hann ivaðist í um tað er rætt, at lata fólkaflokkin umsita útlendingamálið, tí júst fólkaflokkurin hevur gjørt útlendingar til ein trupulleika.
Hann stúrir eisini fyri, at tað er hesin hugburður mótvegis útlendingum, sum speglast aftur í teirri viðferð, teir fáa.
Men er tað embætisfólkið í innlendismálaráðnum, sum er trupulleikin, skulu tey takast av málinum, tí tað, sum nú fer fram, kann undir ongum umstøðum góðtakast, segði hann.
Johan Dahl sigur, hann hevur fingið staðfest, at danska stjórnin hevur vissa føroyingar um, at vit fáa útlendingamálini avgreidd akkurát sum vit vilja hava tey avgreidd.
Tí er tað eina og aleina ein spurningur um, hvussu vit vilja hava, at lógin skal tulkast og hvat vit leggja í orðini í lógini.
Hann spyr so hvussu tað ber til, at innlendismálaráðið altíð skal leggja seg á tað avgjørt strangastu og snævurskygdu lógartulkingina.
Eg eri stórliga bangin fyri, at partapolitikkur er komin í málið og at fólkaflokkurin ikki vil hava útlendingamálini avgreitt fyri at "prógva", at lógin er óbrúkilig, tí hon er donsk fyri at tvinga eina yvirtøku ígjøgnum, segði Johan Dahl
Men danska stjórnin hevur gjørt greitt, at vit fáa tað, sum vit vilja hava tað. Tí stendur tað til okkum at avgera, hvussu frælst ella strangt, lógin skal tulkast. Sostatt er tað beinleiðis ósatt, at útlendingamálini nara kunnu umsitast, sum tey nú verða umsitin.
Hann sigur, at tað, sum nú fer fram, ber brá av at vera rasisma.