Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur fyribils ongar viðmerkingar til uppskotið frá minnilutaeigaranum í Atlantsflogi, sum vil hava framíhjárætt til vinningsbýti úr felagnum.
Tað sigur hann við Rás2
- Talan er um eitt partafelag, ið er skrásett á keypsskálanum, og tí havi eg onga viðmerking til málið yvirhøvur sigur Johan Dahl, ið umboðar meirilutapartaeigaran í Atlantsflog við tað, at hann er landsstýrismaður í vinnumálum, sigur hann við Rás2 nú seinnapartin.
Aðalfundur er í Atlantsflog fríggjadagin, og tá skal hægsti myndugleiki í felagnum taka støðu til uppskotið frá størsta minnilutaeigaranum, smápartafelagnum 07.12.07.
Nevnda smápartafelag, sum við sínum 5,7 prosentum av partabrøvunum er størsti privati eigari, er myndað av Eyðfinni Jacobsen, advokati. Aftanfyri smápartafelagið stendur bretin Adrian Noskwith, sum við sínum felag Tronos Limited er virkin í flogvinnuni í Kanada.
Størsti privati partaeigarin vísir á, at síðani landskassin fyri góðum fimm árum síðani seldi ein triðing av partabrøvunum fyri 90 milliónir krónur, er virðið støðugt fallið. Partabrøvini vórðu tá seld fyri kurs 261, í dag er kursurin 135. Henda støða hevur fingið privatar íleggjarar at aftra seg við at selja, tí ein søla í dag førir við sær eitt tap á meira enn helvtina av íløguni.
- Landið hevur meldað út, at tað fer ikki at halda ætlanina um at selja seinna triðingin av partabrøvunum. Privatu íleggjararnir mugu tí staðfesta, at teir koma ongantíð at eiga meira enn ein triðing av felagnum, sigur Eyðfinnur Jacobsen.
- Partabrævið er í dag púra steindeytt. Eingin selir ella keypir og virðið er fallið støðugt síðani felagið varð skrásett á keypsskálanum. Hetta er so ein roynd at fáa virðið upp, sigur Eyðfinnur Jacobsen við Rás2