Johan F. Djurhuus

Minningarorð

Stutt undan 80 ára føðingardegnum andaðist Johan Djurhuus, skrivstovustjóri í landsstýrinum frá 1949?87.

Hann var føddur í Havn 21. januar 1918, foreldur hansara vóru Margretha ættað innan úr Heiðunum og Kristian Djurhuus, sum m.a. var løgmaður Føroya 1950?59. 13. januar andaðist Johan Frits Djurhuus.

Í hjúnalagnum hjá Esther og Johan eru børnini Helena, Kristian, Høgni og Elin.

Við Johan Djurhuus er ein teirra farin, sum longst var við í uppbyggingini av føroyskari umsiting frá fyrstu tíð heimastýrið varð skipað. Tá Johan Djurhuus hevði tikið løgfrøðiligt embætisprógv í Keypmannahavn í 1945, var hann 2 ár í fíggjarmálaráðnum; kom so heim til Føroya. Tók við sum formaður og sum dagligur leiðari í Vinnulánsgrunni Føroya Løgtings, sum tá var týðandi lánistovnur til uppbygging av fiskivinnuni, til hann í 1949 varð skrivstovustjóri í ladnsstýrinum, ovasti embætismaður í føroysku umsitingini, samstundis lógarsmiður fyri lóggávuarbeiði løgtingsins. Tá var landsskrivstovan eisini løgtingsins avgreiðsla.

Uppgávan hjá Johan Djurhuus var stutt sagt at skipa føroyska fyrisiting og seta hana í verk, nú vit høvdu nýggja stýrisskipan. Hetta er í einum tíðarskeiði, tá føroyskt lógarsmíð varð brotið upp úr nýggjum, skuldi skipast frá botni av.

Teknisku hjálpitólini tá samanborin við nútíðina eru ikki at sammeta. Hentleikin var telefonin, tað sum tá var telefon, kravdi handakreftir og munagott tolsemi, til umheimin var einki sum at telefon, nóg illa um oyggjarnar allar, tað var alt eftir veðrinum, vætuni, hýrinum á teimum mongu telefonstøðunum um bygdir, sum formidla skuldu sambandið.

Tað var í teirri tíðini Johan Djurhuus tók táttin upp, sum leiðari av eini landsumsiting í síni byrjan.

Myndina av manninum við málsdungunum framman fyri sær, skrivar við hond og avgreiðir mál fyri mál, tá landsstýrisfundur var liðugur, avgreiðsluviðmerkingarnar gjørdi hann alt hondskrivað. Skrivimaskinu sá eg hann ongantíð brúka.

Drúgv vóru málsevnini Johan Djurhuus hevði um hendi og ymisk. Umframt krevjandi starvið sum skrivstovuleiðarin í Tinganesi, var hann sjúkhússtjóri, tað bar m.a. í sær, at hann var við á øllum fundum í sjúkrahússtýrunum í Klaksvík, á Tvøroyri og í Havn. Hetta var eisini krevjandi arbeiði, í ávísum tíðarbilum sera strævið og krevjandi, tí hetta eru málsøki, sum mangan hava gjørt næturnar langar og dagarnar í so strævnar fyri at fáa tingini at rigga. Ofta var læknatrotið ovurstórt og ferðasambandið hartil ikki at sammeta við nútíðarsamfelagið.

Hóast Johan Djurhuus hevði ovurstóra arbeiðsbyrðu alla sína longu embætistíð, so sást tað nóg illa á honum, tá hann sum ráðgevi í løgfrøði ella skrivari í landsstýrinum ella onkrari nevnd legði fram sínar metingar, tað var sinniligi embætismaðurin burturav greitt og snøgt.

Tá Johan í 1987 legði frá sær sum skrivstovustjóri og tók sær meira av løttum, hóast hann støðugt hevði onkrar uppgávur, var hann meira enn so at síggja í bønum í vásaklæðum, og tá tyktist hann vera fegin og lættur.

Møtti tú honum onkra góðveðursløtu spákandi heimeftir Kongabrúnni við hondunum aftan bak undir frakkavelinum, smírandi ? altíð ein blíð viðmerkingum okkurt, sum nú var uppi.

Fyri knøppum 5 árum síðani broyttist gerandisdgurin. Johan gjørdist lamin. Men komst tú á tal við hann, hugsaði tú ikki stórt um tað.

Hesin maður, sum hevði loyst og avgjørt so mangt í føroysku umsitingini ? 1. apríl eru 50 ár síðan heimastýrisskipanin varð sett í verk ? var hóast alt hin sami persónurin.

Vit lýsa frið yvir minnið um heiðursmannin Johan F. Djurhuus.


jl.