Johan fer og Tóri kemur

Í næstum tekur Tóri Restorff Jacobsen við sum leiðari fyri Nes Sóknar Musikkskúla eftir Johan Mortensen.

Í næstum tekur Tóri Restorff Jacobsen við sum leiðari fyri Nes Sóknar Musikkskúla eftir Johan Mortensen, og tað er í hesum sambandi, at skipað verður fyri almennari móttøku fyri teimum báðum.

 

Tað er musikkskúlin, sum fer at skipa fyri móttøkuni, sum verður í Tofta skúla týsdagin hin 4. desember frá klokkan 16-17.30, har høvi verður at heilsa upp á teir báðar, farandi og komandi.

 

Við móttøkuna verða røður hildnar, og eisini verða tónleikainnsløg á skránni. Musikkskúlin vónar at síggja samstarvsfelagar, foreldur og núverandi og fyrrverandi næmingar til móttøkuna.