Johan í Kollafirði og konan Rakul eru nú flutt inn á teirra dreymagarð í Danmark. Garðurin er á Fyn, nærindis Odense.
Mikið rok stóðst av, tá Johan Dalsgaard – betur kendur sum Johan í Kollafirði – og konan Rakul Dalsgaard vórðu koyrd av garðinum í Fámara. Síðani tá hava tey leitað eftir øðrum stað, og valið fall á Danmark.
Á Facebook vísir Johan í Kollafirði sína gleði:
– Eg føli meg sum Job, sum fekk alt so ríkIliga aftur. Ja okey, hann fekk eisini eina nógv penari damu; enn hann hevði áðrenn, men tað bilar onki. Rakul er perfekt til mín.
– Vit hava funnið og keypt og eru flutt inn á okkara dreymagarð. Her er fantastiskt. Man fær hug at takka vánaliga føroyska stýrinum, fyri at koyra alt so skeivt og handfara alt so illa, so at tað gekk sum tað nú einaferð gekk, skrivar Johan í Kollafirði.
Hann sigur, at talan er um garð, sum varð fluttur á hetta staðið í 1866. Garðurin er tó upprunaliga bygdur í 1700-talinum.
– Hann er Faaantastiskur. Her hava generatión aftan á generatión forbetrað og forbetrað. Alt er so genialt og úttonkt. Eg finni, um eg so fari inn í okkurt rúm, eg ikki havi verið í fyrr, tí alt er logiskt og smart. Her eru yvir 2.000 fermetrar av bygningum, sigur hann.