Johan Galtung í tíðindunum

Um vikuskiftið andaðist norski friðargranskarin, Johan Galtung, í Bærum, 93 ára gamal. Hann var ein av teimum, ið stovnaði Institutt for fredsforskning í Oslo í 1959, og skapti kjak og skrivaði bøkur um støðuna í heiminum, sum vit studentar hjá Zakariasi Wang kundu lesa og kjakast um í samfelagsfaki í hálvfjerðsunum, tá kjak var kjak. Ikki minst í spurninginum, hvat onnur halda henda á bygd, fyri at brúka heitið á bókini hjá eins norska Ottar Brox, sum Zakaris týddi.

 

Tað var ikki óstuttligt.

Les meira á birk.blog