22 ára gamli føroyingurin Johan Sundstein vakti í Føroyum ans í november, tá hann var við til at vinna 1,5 milliónir krónur í eini kapping í spælinum Dota í Frankfurt.
Tað vísti seg tó einans at vera byrjanin, tí fyrradagin var føroyingar aftur við, tá hansara lið vann enn eina kapping í Dota, hesaferð í Manilla.
Vinningurin var tó munandi størri hesaferð. Ungi føroyingurin kann nevniliga býta 7,3 milliónir krónur saman við sínum fýra liðfelagum, Amer “Miracle-” Barqawi, David “MoonMeander” Tan, Andreas Franck “Cr1t” Nielsen og Tal “Fly” Aizik.
OG, ið er navnið á liðnum, vann kappingina eftir at hava vunnið 3-1 á Team Liquid í finaluni.