Jóhan var toppskjútti - Óli og liðfelagarnir taptu

Skanderborg-Aarhus heldur jól og nýggjár á øðrum plássinum.

Nú vetrar- og HM-steðgur er í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum kann liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Skanderborg-Aarhus halda jól og nýggjár á øðrum plássinum, og liðið hjá Óla Mittún, GOG er fjórðfremst í deildini.

 

Jóhan skoraði níggju mál upp á 10 málroyndir, og var sambært hagtølunum mest effektivi leikarin hjá Skanderborg-Aarhus, tá eysturjútlendska liðið á heimavølli vann 34-27 á Ribe-Esbjerg, ið mátti klára seg uttan ein skaddan Teis Horn Rasmussen. Í steðginum vóru Jóhan og liðfelagarnir á odda 17-11.

 

Óli skoraði eitt mál upp á tríggjar málroyndir, legði upp til trý mál, og vann liðnum trý brotskøst, tá GOG á heimavølli tapti 27-33 fyri Fredericia, ið var á odda 16-12 í steðginum. 27. september vann Fredericia á heimavølli eisini 33-27 á GOG. So teir hjá Fredericia hava verið GOG boysnir hetta kappingarárið. 

 

Skanderborg-Aarhus er nummar tvey í deildini við 24 stigum. Mors-Thy hevur 23 stig á triðja plássinum, og GOG hevur 22 stig á fjórða plássinum. Aalborg er við fullum stigatali, 36 stigum fyri 18 dystir langt fremst í deildini.