Johanna TG 326 komin til Vestmannaoyggjarnar

Fyri nøkrum døgum síðani stevndi sluppin Johanna TG 326 út av Vágsfirði.

 

Kósin varð sett móti Íslandi, nærri lýst móti Vestmannaoyggjunum.

 

Tað frættist, at ferðin gekk væl, og at Johanna er komin vegin fram í øllum góðum.

 

Íslendska Morgunblaðið hevur grein um gomlu føroysku sluppina, sum vitjar í Vestmannaoyggjunum í hesum døgum.

 

Greinin sæst her: Færeyingar komu á Þjóðhátíð siglandi á skútu (mbl.is)

 

##med2##

 

Malan Strøm tók myndirnar, tá Johanna fór úr Vági við kós móti Vestmannaoyggjunum.