Johannes Brahms á føroyskan pall

Tann 20. og 21. november fer Havnarkórið á pall við verkinum ?Ein deutsches Requiem? eftir Johannes Brahms. Brahms var týskur komponistur, ið livdi frá 1833 til 1897. Hann taldist millum fremstu tónasmiðir í 19. øld

Dagfinn Olsen


Havnarkórið fer tann 20. og 21. november á pall við ?Ein Deutsches Requiem? hjá Brahms. Dirigentur verður Willi Gohl, Berghild Poulsen syngur sopran, Lars Thodberg Bertelsen bariton, og í kórinum eru limir í Havnarkórinum og onnur.

Ólavur Hátún venur kórið og Jóhannes Andreasen er repitør. Á konsertini er verkið ikki fyri orkestur, men fyri 4 handað klaver. Við klaverið sita Jóhannes Andreasen og Helene Ringkenberg.


Brahms

Johannes Brahms var føddur í Hamburg í 1833. Hóast tónleikurin kann vera romantiskur, so verður hann eisini mettur sum komponistur, ið hevur hildið fast við týskan siðaarv.

Í alfrøðini hjá Lademann verður m.a. sagt um Brahms, at verk hansara sameina ymsar menniskjasligar og tónleikaligar mótsetningar. Hóast hann vaks upp við tyngru norðurtýsku tónleikatraditiónini, so skrivaði hann ljómandi og við innliving í vals og ungarskar dansir. Sum seinromantikari gav hann sonatuforminum ropsodiskt snið og hann menti Beethoven kendu symfoniina fram ímóti impressionalismu. Gransking av Bach og øðrum fekk stílbrot úr farnum tíðum inn í hansara tónleik, eins og fólkavísan fekk týdning fyri Brahms.

Pápi Johannes Brahms, Johann Jakob Brahms, (1806-1872), var hin fyrsti í familjuni at taka tónleikin til sín sum livibreyð og hann flutti í 1926 til Hamburg. Annars var hann av bóndaætt og kom frá Holstein økinum. Hann byrjaði sum gøtu- og dansitónleikari, men kom seinni í býarorkestrið. Tann 9. juni 1830 giftist Johann Jakob við henni, sum var genta í húsi hjá honum - tann 17 ár eldri Johanna Henrika Christiane Nissen.

Johannes var næstur í barnaflokkinum. Nakað eftir fingu tey triðja barnið, ið kallaðist Fritz. Hann starvaðist eitt skifti sum tónleikalærari í Venezuela og doyði í Hamburg 5. november í 1865.

Johannes fekk óivað fyrstu tónleikafrálæruna frá pápa sínum, men fekk sum 7 ára gamal tímar hjá Otta F. W. Cossel. Við eina konsert í 1843 fekk Brahms góða móttøku og ein amerikanskur umboðsmaður ætlaði at leiða hann á ein túr um USA sum undurbarn, men lærari hansara hevði nóg mikið at viti til at seta seg ímóti hesum.

Cossel legði til merkis, at Brahms hevði hug at komponera. Hann setti seg í samband við sín lærara, Marxsen, ið tosaði við Ignaz Seyfried, ið var kendur og sum tók Brahms til sín og hevði teoritímar við honum.

Foreldrini hjá Brahms høvdu eina inntøku, ið ikki rakk so langt, so ungi Brahms nýtti allar møguleikar at tosa fyri pápanum sum tónleikara til almenn og privat tiltøk. Sum komponistur og tilrættisleggjari fyri lítla orkestrið, ið pápin leikti við, vann hann sær royndir.

Brahms hevði sína fyrstu solokonsert 21. september í 1848. Tá Eysturríki og Russland í 1848 steðgaðu uppreistri í Ungarn, kom ein streymur av uppreistrarfólki til Hamburg ávegis til Amerika. Summi settu búgv í Hamburg og høvdu sín tónleik við sær. Soleiðis fekk eisini Brahms kunnleika til ungarskan tónleik og forvitnisliga heimin við t.d. brotnum og ólíka rútmum. Slíkt, ið seinni setti dám á avrik hansara.


Schumann

Síðani koma ár, har unglingin Brahms ferðast, hevur konsertir og vitjar ymisk fólk og knýtir vinabond.

Millum annað hitti hann Robert og Claru Schumann. Schumann, ið fyri Brahms stóð sum nakað av eini fyrimynd, helt nógv av bæði spælinum hjá Brahms og av tónleikinum. Schumann rósti Brahms í háfloygdari grein, nevnd Neue Bahnen.

Brahms var ikki heilt óvanur við rós, men tá viðurkenning kom frá so høgum stað, so var hetta bæði ábyrgd og ein byrða hjá honum. Hann vendi aftur til Hamburg, men frætti so um nervasamanbrot Schumann og vendi aftur til teirra at hjálpa. Á vitjanini vaktust kenslur í honum fyri Claru Schumann, ið var 14 ár eldri enn hann. Brahms gjørdist ovurhonds bergtikin og tá Robert Schumann doyði 29.juli 1856, vaks fram ein nærum býttisligur og barnsligur ungdómskærleiki fyri Claru. Brahms fór í mars og apríl í 1858 til Berlin fyri at hitta Claru, ið búði hjá mammu síni. Brahms hitti tó seinni sama ár Agathe von Siebold, og hann umhugsaði at gifta seg. Hetta kom tó til einkis, men tað hjálpti honum yvir sín býttleika í Claru.

Wien

Í 1859 fer hann aftur til Hamburg. Spælir, skrivar og hevur ymisk størv. Hann ger seg meira og meira kendan sum mótstøðumann mótvegis teim etableraðu kreftunum innan tónleikalív har og hevur helst ikki grunað, hvussu trupul ein leið kann gerast á tann hátt.

Hann vónaði í Hamburg at leggja lunnar undir listaveg sín og hevði okkurt starv í hyggju, har dirigenturin skjótt mátti frá fyri aldur. Hann fór í 1862 til Wien, europeiska tónleikahøvuðsstaðin, og hugsaði, at vildu tey hava hann til eitthvørt í Hamburg, so máttu tey senda boð eftir honum. Lítið grunaði hann tá, at hann ongantíð aftur skuldi búgva í Hamburg.

Tað gekst honum væl í Wien. Hann skrivaði tónleik, spældi, hevði okkurt starv og knýtti vinabond.

Í 1964 var Brahms aftur í Hamburg fyri at royna at bjarga hjúnalagnum hjá foreldrum sínum, men til fánýtis. Í januar 1865 doyr mamman og hann er til jarðarferðina. Deyði hennara gjørdi hann keddan, eisini tí, at tað var ikki eydnast honum at bjarga hjúnalagnum. Pápin lýsti í oktober sama ár, at hann giftist Caroline Schnack, ein 18 ár yngri einkja, ið hevði ein son. Brahms hevði góð sambond við hana restina av ævi síni og tá pápin doyði, forsyrgdi hann henni og hennara sjúka soni. Pápin doyði 11. februar í 1872.


Á deyðastráð

Í 1868 fekk Brahms sær fastan bústað í Wien og viðurkendi, at til Hamburg var einki at fara eftir hjá sær.

Brahms var nú ein kendur komponistur yvir tað mesta av Europa. Tað var í 1868, at meistaraverk hansara, ?Ein Deutsches Requiem?, var liðugt. Hetta var byrjað sum hugskot til Concerto í Dmoll og hevði verið ígjøgnum ymisk menningarstøði í 1860 og 1861. Hugurin at gera verkið liðugt kom í 1865, tá mamman doyði.

Tað, ið áður var framført av Requiem í 1867, hevði havt stóra ávirkan á lurtarafjøldina. Tá alt verkið varð framført í 1871, var móttøkan sera, sera góð og komponisturin heiðraður sum føðilandsvinur og tjóðarhetja.

Í 1873 skrivaði Brahms sítt best dámda verk Variatiónir yvir Tema hjá Haydn, op. 56. Eftir hetta hevði Brahms ongantíð listarligan baksláttur ella afturgongd.

Hann var eisini tryggjaður fíggjarliga. Livdi av peningi frá sínum mongu konsertum og hann fekk nógv í nýtslugjaldi fyri síni mongu tónleikastykki. (Tað vit í dag høvdu nevnt Koda pening).

Í 1896 á vári lá Clara Schumann á deyðastráð. Tá Brahms hoyrdi um deyða hennara 21. mai, fór hann alt fyri eitt til Bonn at vera við til jarðarferðina. Brahms sjálvur livdi ikki væl, og læknarnir lótu hann ikki vita, at hann hevði livrakrabba. Sama sjúka, ið beindi fyri pápanum.

Brahms søkti sær heilsubót í Karlsbad, men til fánýtis. Johannes Brahms doyði á morgni klokkan 8:30 tann 3. apríl 1897. Tann 6. apríl varð hann grivin í Wien. Fjøld av syrgjandi og sorgarfjarrit komu úr øllum Europa. Í Hamburg flaggaðu øll skipini á hálvari stong.


Stórt verk

Týskt Requiem var ikki bert størsta verk hansara, men eisini eitt, ið stendur sum ein varði á tónleikaleiðini hjá Brahms. Við verkinum gjørdi hann eitt avgerandi gjøgnumbrot. Hetta er ikki fyrstu ferð, hann samantvinnar sang og instrumentalan tónleik, men fyrsta arbeiðið, har blandað kór, solo røddir og orkestur finna saman. Brahms valdi eisini sjálvur tekstin út frá sínum áhaldandi lesnaði í Bíbliuni. Tað snýr seg meira um afturkomu og trúgv, enn ræðslu fyri dómadegi.

?Ein deutsches Requiem? er í 7 pørtum og er tað tí ólíkt t.d. ?Roman Catholic Requiem?. Nakrir partar eru bert fyri røddir, 3. og 6. partur eru fyri bariton og 5. partur fyri sopran.

Til dømis eru eisini brot, har violinirnar ikki sleppa upp í part og setur hetta ein myrkan dám á.

Tað tykist klárt, at Brahms hevur havt áhuga fyri kórtónleiki frá minst trimum undanfarnu øldunum, tá hann skrivaði Requiem. Eisini er nærliggjandi at halda, at Brahms hevur havt eyguni eftir Handel, tá um kórteknikk ræður.

Sum tónleikari hevði Brahms eisini stóran áhuga í gomlum tónleiki og í søguligum tónleikaspurningum. Hetta var rótfest í barnaárum hansara, tá hann fór kanningarferðir inn á bókasavnið í Hamburg, har hann kannaði gomul handrit og skjøl og teoretiskar spurningar.

Hansara tónleikavirksemi gjørdi hann føran fyri at ogna sær gamlar og sjáldsamar bøkur í handlum, ið seldu brúktar bøkur. Til stóra gleði fyri Brahms, so hevði hann eisini ótarnaður atgongd til bókasavnið hjá Schumann.

Kenslurnar bert hansara

Brahms var sum persónur ikki ein, ið lat umheimin kaga inn í sín hugaheim. Hansara innastu kenslur vóru bert hansara. Clara Schumann, ið kendi hann inniligari enn tey flestu, segði við Max Kalbeck í 1880:

- Fyri meg er hann ein gáta, líka nógv ein fremmandur, sum hann var fyri 25 árum síðani.