Leygardagin 7. oktober vardi Johannes Nygaard Lamhauge ph.d.-ritgerð sína í evnafrøði á Institut for Kemi á Aarhus Universiteti, har hann hevur verið innskrivaður til ph.d.-lestur.
Ritgerðin kallast: “Expanding the Frontiers of Enamine Catalysis: Asymmetric Umpolung Reactions and 1,3-Dipolar Cycloadditions.” Hon er sett saman av eini ritgerð, fýra útgivnum vísindaligum greinum og eini yvirlitsgrein, skrivar gransking.fo.
Karl Anker Jørgensen, professari á Institut for Kemi hevur verið høvuðsvegleiðari.
Í metingarnevndini vóru:
Paolo Melchiorre, professari á Università di Bologna, Italia
Mogens Brøndsted Nielsen, professari á Københavns Universitet, Danmark
Marianne Glasius, lektari á Aarhus Universitet, forkvinna.
Verjan gekk sera væl.
Johannes Nygaard Lamhauge heldur fram á Aarhus Universitet í postdoc starvi. Sí meira her
Hetta skrivar gransking.fo, og har sæst eisini meira um evnið.