Sunnudagin tryggjaði føroyski telvarin, 38 ára gamli John Arni Nilssen, sær heitið sum heimsmeistari í amatørtalvi. Kappingin er fyri telvarar, hvørs styrkital er lægri enn 2400, og telvað varð suðuri á Kreta.
Telvararnir vórðu flokkaðir í fleiri bólkar eftir styrki, og føroyingurin var í A-bólkinum, sum teir tólv telvararnir við hægsta styrkitalinum mannaðu, og hann hevði næsthægsta styrkital í flokkinum; Fred Berend úr Luksemburg var favorittur, men hann endaði nummar fýra.
John Arni Nilssen fekk 6½ stig av 9 møguligum og endaði ½ stig fremri enn týskarin, Torsten Lang, og hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur telvari vinnur eina alheims kapping í talvi, sum altjóða talvsambandið FIDE skipar fyri. John Arni Nilssen er annars altjóða meistari í talvi og hevur í fleiri ár verið ein av sterkastu føroysku telvarum.
John Arni er 38 ára gamal, er ættaður úr Skopun, telvaði fyrstu árini í felagnum Róki í Skopun, hann flutti síðani til Havnar og fór upp í Havnar Telvingarfelag, men hevur búð í Keypmannahavn síðani 1992. John Arni Nilssen hevur umboðað Føroyar á fleiri talvolympiadum, stundum á fyrsta borði.