John Johannessen, formaður í uttanlandsnevndini, hevur á fundi við norska forætisráðharran, Jens Stoltenberg, tikið spurningin um makrelkvotuna upp
John Johannessen skuldi hitta norska forsætisráðharran í sambandi við ársfundin hjá norðurlendskku javnaðarflokkunum og fakrørslunum í Helsinki í Finnlandi. Landsstýrið helt, at hetta var eitt høvi hjá formanninum í uttanlandsnevndini at nevna føroysku ónøgdina um makrelkvotuna fyri Jens Stoltenberg.
Norski forætisráðharrin lovaði, at hann vildi taka spurningin um makrelkvotuna upp við norska fiskimálaráðharran.
Fiskiveiðutingingarnar við Norra steðgaðu, tá felagsmakrelkvotan í Norðuratlantshavi var tengd upp í sínámillum sáttmálan millum Norra og Føroyar. Men seinni var semja gjørd, har norðmenn fingu tillutaðan meginpartin av makrelkvotuni, sum strandalondini í Norðurlatlandshavi høvdu ásett.
Eitt nú føroysku nótaskipini halda seg vera fyri vanbýti, tí Norra fær 30.000 tons av samlaðu kvotuni uppá 36.000 tons, sum strandalondini hava ásett norðan fyri 62 stig.