John Mogens livir víðari - í heavy hami

Íslendsku Land og Synir vóru væl umtiknir og gjørdu teirra skyldu. Teir spældu poppløg, ið fullu væl í hoyra, og við einum lívligum frontfiguri var áhoyrarin fangaður. Eftir lívliga íslendska innleggið, var løtan komin at hoyra danskan harðan rock.

Vi kæmper hans sag i Danmark, soleiðis innleiddi Henrik Bjørn úr Den Danske Mafia sangin hjá teirra idoli Så længe jeg lever. Tónleikurin áhoyrarin hoyrdi var eitt bland av hørðum rokki, sum t.d. ZZ top spældi hann, og John Mogensen. Teir tríggir tónleikararnir hava í trý ár spælt saman undir navninum Bad Monday, men síðan hava teir broytt navn til Den Danske Mafia. Undir hesum navninum hava teir tulkað løg eftir John Mogensen sála. Teir hava hugtikið stóran part av danska lurtaraskaranum, hava luttikið á fleiri festivalum og hava fingið fimm-stjørnað ummælir frá donskum bløðum. Og teir fingu eisini fólkið á Eiðinum við hesa løtuna teir spældu. Tað rokkaði, tað er vist. John Mogensen er jú als ikki ókendur millum føroyingar og tónleikurin fekk eina góða móttøku frá teimum, ið høvdu funnið vegin fram. Slagarar sum To mennesker på en strand og Der er noget galt i Danmarkvóru sjálvandi at hoyra. Men um tað var hugnin og hitin inni í teimum væl isoleraðu sethúsunum í Vágs bygd ella okkurt heilt triðja, er ikki til at siga, tí tað var ikki fyrr enn hesa løtuna, at fólk byrjaðu at koma á festival hetta kvøldið. Tó so, tey flestu í mongdini framanfyri DDM sóu út til at hugna sær og at hava fingið eina góða konsertuppliving.