John væl trimmaður at taka ímóti skotum

Øll B36 málini í stórsigrinum á Svangaskarði vórðu skorað av landsliðsspælarum, meðan annar av landsliðsmonnunum hjá B68 fram ímóti dystarenda varð rikin av vøllinum

B68?B36

B36 er framvegis væl við í stríðnum um heiðursmerkini. B68 er fullkomuliga krøkt av í FM stríðnum, og sannlíkið fyri, at teir skulu endurvinna bronsukrónurnar, sum teir ognaðu sær bæði í fjør og í fyrraárið, er burtur eftir tapið á heimavølli týskvøldið.
Størsta heiðurin fyri at tað eydnaðist B36 at vinna tøttu og intensu uppgerðina 4?1 eigur B36 liðformaðurin, John Petersen. Fyri eygunum á landsliðsvenjaranum, Henrik Larsen, skoraði hann trý mál. Eftir hetta er landsliðsvenjarin neyvan í iva um, at John skal vera annars er álopsspælarunum leygardagin.
B68 hevði eina fitta løtu í 2. hálvleiki so mikið gott tak á, at tað luktaði meiri av 2?2, enn at B36 skuldi økja um 2?1 leiðsluna. B68 fekk um endan, eftir at teir høvdu framt dupult útskifting. Fríðin Ziskason fekk meiri tyngd í miðvøllin, har Klæmint Matras og Julian Johnsson høvdu havt lætt spæl í nærdystunum, og Messias Perreira var tryggur í verjuspælinum. Brasilski verjumaðurin hevur ongantíð spælt seg av liðnum, og tað er sera torført at finna grundgevingar fyri, at hann ikki skal vera ímillum teir fyrstu ellivu, og at Fróði Benjaminsen skal vera miðverji.
Fróði verður roknaður sum ein hin fremsti miðvallarin í landinum. Ímóti Liktinstein var hann á miðvøllinum frá byrjan, og hann telist millum uppløgdu evnini til teir fyrstu ellivu ímóti Skotlandi. Men á B68 liðnum var hann aftur ímóti B36 miðverji. Og tað kendist undarligt, tá havt verður í huga, at B68 í 1. hálvleiki hevði lítla lotið undan, og at váti vøllurin var upplagt undirlag at royna við langskotum. Saman við Øssuri Hansen hevur Fróði Benjaminsen í fleiri ár verið størsta skothóttanin úti frá.

Avgerandi løtan
Sekundvísarin hevði akkurát verið runt fyrstu ferð eftir stegðin, tá B36 økti til 2?0. Harvið tóktist dysturin avgjørdur, og mátin, sum málið var til uppá, mundi tyngja B68 liðið. Eftir B36 álop varð bólturin spældur fram ímóti miðstrikuni. Har møtti Julian Johnsson honum. Hann sendi høgt og langt í B68 brotsteigin. Ólukktíð fyri Kjartan Nesá, so var bestikkið hjá honum av støðuni ikki nóg gott. Bólturin støkk í váta vøllin og upp um málverjan fyri síðani at taka í annan stólpan og rulla í mótsatta síðunetið!
Eftir málið, sum minti um tað, ið sæst í piltaliðsdystum, var talan eina løtu um tómgongd. So var tað, at B68 skifti út, og tá fór rættuliga at liggja fyri. John Heri Dam minkaði um munin, tá hann við handara stólpan stútaði innlegg frá Øssuri Hansen í høgru í málið.
Síðani var tað fleiri ferðir um reppið, at B68 javnaði. Næst vóru teir eftir horna, tá dysturin eisini varð avgjørdur. Tvær royndir úr málteiginum vórðu blokeraðar í B36 verjuni, áðrenn Messias sendi upp um málið. So fóru B36 í álop. Teir fingu horna í høgru, Julian Florescu legði innfyri, John Petersen rann ímóti bóltinum og snittaði frammarlaga úr málteiginum sera hegnisliga við høvdinum í mótsatta borð. Einki var at siga til, at B36 fagnaðurin var stórur. Í staðin fyri 2?2 vóru teir á odda 3?1, og harvið var avgjørt, at øll stigini skuldu til Havnar.
Í síðstu løtu staðfestu teir báðir landsliðsmenninir, ið høvdu skorað málini, so talan gjørdist um stóran sigur. Julian Johnsson royndi við skoti, sum Hans Fróði Hansen møtti við hondini. Ostaskorpan kom úr lummanum hjá Niklasi á Líðarenda, sum leiddi løttu uppgávuna fyrimyndarliga, B68 liðformaðurin fór av vøllinum, og B36 liðformaðurin krýndi stórt avrik við brotssparksmáli.
Fyrsti partur av stóra avrikinum var miðskeiðis í 1. hálvleiki. Eftir uppspæl í vinstru og innlegg frá Magna á Lakjuni, varð bólturin stýrdur til John Petersen í handara borðinum ? sera skjóti Bárður Mortansson var runnin diagonalt til nærra stólpan ? og skotið hjá John úr tíggju metrum úr høgru var flatt og neyvt.
Ferðin var høg, men tað komu ikki fleiri mál í 1. hálvleiki. Bárður Mortansson var tætt við, tá hann á 35 metra teini sneiddi framvið fleiri og sendi í málverjan, og í hinum endanum var tað vandamikið, tá Fróði Benjaminsen eina einastu ferð var við í álopi, og René Tórgarð akkurát fekk bent langskotinum til horna.

B68: Kjartan Nesá ? Oleif Joensen, Hans Fróði Hansen, Fróði Benjaminsen, John Heri Dam ? Arnold Joensen, Jann Ingi Petersen, Bogi Petersen ? Anders Nygaard, Øssur Jacobsen, Øssur Hansen
B36: René Tórgarð ? Arnbjørn Danielsen, Egil Zachariassen, Jens Kristian Hansen ? Julian Johnsson, Jákup á Borg, Klæmint Matras ? Bárður Mortansson, John Petersen, Magni á Lakjuni