Jólaaftan í Zoologiska Hava

Tað er vorðin ein traditión hjá okkum at fara í Zoologiska Hava um dagin jólaaftan, hvørja fer vit halda jól í Keypmannahavn.

Tað er vorðin ein traditión hjá okkum at fara í Zoologiska Hava um dagin jólaaftan, hvørja fer vit halda jól í Keypmannahavn. Tað sigur John Høj Andreasen, sum fer at halda jól á Vesterbro saman við allar familjuni hjá dámuni.

 

John Høj Andreasen og dáma hansara, Sára Fossá eru bæði úr Havn, og eru í løtuni búsitandi í Keypmannahavn, har tey eru undir lestnaði. Tey skulu bæði í roynd fyrst í januar, og fyri at fáa sum mest burturúr tíðini, valdu tey ikki at fara heim til Føroyar í ár.

 

- Ímillum jól og nýggjár skal man so øgiliga nógv, sum til familjudøgurðar og at vitja vinir, man ikki hevur sæð leingi, og av tí at vit hava so nógv at gera upp til royndirnar høvdu vit ikki havt tíð til nakað, sigur John.

 

Hóast John heldur at tað er best at verða heima á jólum, so hevur hann hildi jól í Danmark fleiri ferðir.

 

Dagurin jólaaftan kann følast nokk so langur hjá børnunum í familjuni, og fyri at stytta um bíðitíðina ætlar familjan at fara ein túr í Zoologisk Have fyrrapartin, sum tey gera mestsum á hvørjum árið tá ið jólini verða hildin í Keypmannahavn.

 

John sigur, at tað eru ikki serliga nógv fólk í Zoologiske Hava jólaaftan, so tað er sera hugnaligt at verða har. Eftir tað, fara jólini hjá John at líkjast nógv teimum jólunum, sum hann plagar at hava heima í Føroyum.

 

- Um kvøldið verður tað eini heilt vanlig føroysk jól, vid dunnu, rís ala mande, dansa jólatræ og gávum, so hóast eg fari at sakna familjuna og allan hugnan har heima, so fara vit eisini at hugna okkum nógv her niðri, sigur John at enda.