Á Keldu í Skálavík hevur verið jólasøla í nøkur ár, men í ár hava fólk í bygdini tikið stig til at hava eitt jólahús í staðin - Jólahúsið á Trøðni.
Tað er Birita Maria Joensen, sum saman við øðrum hevur tikið stig til jólahúsið.
- Húsini, sum annars hava staðið tóm, standa á Trøðni. Við tað, at húsini standa á Trøðni, kunnu vit líka so væl rópa húsið fyri Jólahúsið á Trøðni.
Birita Maria sigur, at einar 8-9 kvinnur í øllum aldri í nøkur ár hava bundið pløgg, eitt nú hosur, húgvur og troyggjur, sum tey hava havt við á jólasøluni.
- Í ár verður so høvi hjá fólki at koma niðan í Jólahúsið á Trøðni, sum vit nú eru í holt við at rigga til. Vit ætla at brúka gongina, køk og stovu, og eg ivist onga løtu í, at vit hava nóg mikið av pløggum at fylla rúmini við.
Birita Maria sigur, at nú jólahøgtíðin stundar til, fara kvinnurnar eisini at gera onkur jólalig ting, og sjálv sigur hon, at hon hevur bundið onkrar jólanissur.
- Vit fara eisini at hava kaffi við onkrum afturvið, sum fólk kunnu keypar sær, sigur hon.
Jólahúsið á Trøðni verður opið tann dagin og út á kvøldið, tá jólaskipið kemur á Sand, og tað er leygardagin hin 30. november.
- Eg vænti, at vit fara at hava opið onkran annan dag eisini, men enn er ikki endaliga gjørt av, hvørjir dagarnir verða, sigur streymneskvinnan í Skálavík, sigur hon.