Vestmanna kommuna skrivar, at fyrstu trøini í viðarlundini vórðu sett niður av skúlanæmingum á vári í 1990. Síðan tá er viðarlundin vaksin nógv í vavi og í dag eru yvir 2.000 trø í vøkru og hugnaligu viðarlundini.
Fríggjadagin vóru arbeiðsfólkini hjá kommununi og feldu eitt granntræ í viðarlundini og í dag varð træið sett upp á Torginum, klárt til at verða prýtt við lýsandi perum.
Jólatræið er 33 ára gamalt og er tað helst Finnbogi Joensen, stigtakari til viðarlundina, sum sjálvur hevur sett træið niður á sinni, tí einki nummarspjaldur var á. Øll trø, sum næmingar hava plantað, eru skrásett við navni og nummari.
Jólatræið verður tendrað fríggjadagin 21. november.











