Jónas Isaksen átti sjálvur gamla metið á 49,19 sekund, sum hann setti til EM í Jerusalem í juli.
Jónas Isaksen luttekur um vikuskiftið í kappingini DMU á Hvidovre Stadion í aldursbólkinum U17.
Í morgin klokkan 9.00 føroyska tíð skal Jónas kappast í longdarlop, har hann hevur besta lop á 7,15 metrar. Ein annar føroyingur og liðfelagi úr Bragdinum, Eiri Jógvanson Glerfoss, hevur næstabesta lopið á 6,97 metrar.
Fleiri føroyingar høvdu eisini flott avrik til DMU í dag. Í gentum 17 ár vann Arina Ludvig Michelsen úr Bragdinum silvur í trístøkkm. Hon leyp 10,07 metrar.
##med2##
Hjá dreingjum 20 til 22 ár vann Tummas Sjóvará somuleiðis úr Bragdinum silvur í 400 metrum við tíðini 51,08 sek.
Hjá gentum 15 ár vann Natalia Lydersen úr Treysti bronsu í 100 metrum við tíðini 13,91.