Jonhild setir prix-tiltakið

Tað verður Jonhild Andreasen Nielsen, ið setir Prix Føroyar tiltakið, tá semifinalan fer av bakkastokki í Trongisvági leygarkvøldið

Tá semifinalan í Prix Føroyar kappinigini 2005 fer av bakkastokki í Trongisvági leygarkvøldið, verður tað Jonhild Andreasen Nielsen, ið setir tiltakið.
                      Jonhild er varalimur í Tvøroyrar Býráð, og er inni í løtuni. Hon er m.a forkvinna í mentanarnevndini hjá býráðnum.
                      Men Jonhild er eisini kend songkvinna og hon var við til fyrtsu prixkappingina í 1995. Tá var tað saman við bólkinum JúMen, so hon er ikki ókend í prixhøpi.
Síðani hevur hon roynt seg í ymsum høpi, m.a. við tveimum fløgum saman við manninum Knút H.. Nielsen. Hesar ganga undir heitinum Anno. JúMen er eisini kent fyri sína útgávu av Meg minnist eina Mynd á eini av útvarpsfløgunum. Í dag er hon virkin í bólkinum Blanding og í Suðuroyar Gospelkóri.