JyllandsPosten: BankNordik bíligt partabræv

Í heilsíðugrein í dagsins JyllandsPosten verður nógv gjørt burtur úr at lýsa bakgrundina fyri jaligu niðurstøðuna.

Greinari frá Dansk Aktie Analyse er komin fram til niðurstøðuna, at BankNordik er ein bílig bankapartabrævaíløga. Í heilsíðugrein í dagsins útgávu av JyllandsPosten verður nógv gjørt burtur úr at lýsa bakgrundina fyri jaligu niðurstøðuna.

Undir yvirskriftini Føroyski bankin tekur tøk, hevur Thomas Hindkjær frá Dansk Aktie Analyse A/S eina heilsíðugrein í dagsins útgávu av JyllandsPosten.

 

Í greinini verður sagt, at BankNordik hevur størstu avbjóðingarnar á tí føroyska marknaðinum, har kappingin síðsta árið er nógv herd. Men samstundis verður víst á, at leiðslan í bankanum hevur ígongdsett fleiri átøk til at økja um yvirskotið í bankanum, sum síggjast aftur í, at úrslitini eru nógv betraði síðsta árið. Hóast greinarin metir bankan hava nakrar avbjóðingar fyri framman, metir hann partabrævið vera bíliga prísásett, tí samlaða børsvirðið á BankNordik er einans 53% av bókaðu eginogn bankans.

 

Greinin kann lesast her, men krevur tó JP Premium hald.