Fótbóltur
Hvørki Rógvi Jacobsen ella Heðin á Lakjuni vóru til reiðar at tørna út fyri KÍ sunnudagin. Tað í sjálvum sær er stórur missur, og tað vildi tað eisini verið hjá einum og hvørjum øðrum liði.
Men hetta eigur tó ikki at verða nýtt sum umbering hjá klaksvíkingum, sum formáddu sær onkra staðni millum lítið og einki í Havn sunnudagin.
Deydligur hálvleikur
Fyrri hálvleikur var ein hampuliga stór oyðimarkargonga. KÍ tóktist vilja halda fast um stigið, sum teir høvdu á kontini, tá dysturin byrjaði, og tí hugsaðu teir meira um at standa rætt í verjuni, heldur enn at satsa nakað serligt frameftir.
Hjá B36 var viljin kanska til staðar, men tað var tó sjáldan, at teir veruliga fingu spælt tunt. Alt ov ofta gjørdist talan um tølandi bóltflytarí í verjuni og á miðvøllinum, og tí varð verjan hjá KÍ sjáldan fangað á skeiva beininum. Undantakið var, tá press frá Sam Malson og Jákupi á Borg endaði við stórum møguleika til Jákup, men navnin og landsliðsfelagin í málinum bjargaði framúr væl.
Orkaðu ikki
Tað var eingin ivi um, at tað var B36, sum skuldi skapa dystin, og eftir steðgin átóku teir sær í nógv størri mun tann leiklutin. Fyrst og fremst takkað verið einum stórspælandi Santos á bakkinum og einum nærum eins stórspælandi Róaldi Jacobsen á sentrala miðvøllinum.
Mál fingu teir eisini rættiliga skjótt, tá Sam Malson dróg mitt fyri, áðrenn hann úr 18 metrum smekkaði til. Jákup Mikkelsen hevði vána útsýni, tá skotið varð sent avstað, og so stóð hann púrasta negldur á strikuni.
Og so varð av álvara lagt upp til einvegis ferðslu. Klaksvíkingar vóru illa sperdir, og helst skuldu teir royna at flyta spælið fram, men hetta bara at kalla als ikki til. Og fremsta orsøkin tóktist ver,a at menn als ikki orkaðu at spæla Formula-bólt í 90 minuttir. Neyvleikin fall, so hvørt sum pulsurin á sperdu monnunum hækkaði, og tí sóust sjáldan fleiri enn tvær-tríggjar samanhangandi sendingar í spælinum fram eftir vøllinum.
Mest merkisvert var í so máta, at B36 ikki megnaði at økja um leiðsluna og harvið punktera dystin. Í vinstru komu Santos, Magnus Olsen og Jákup á Borg óteljandi ferðir aftur um illa sperda Harley Bertholdsen, men neyvleikin var akkurát ov lítil, tá seinasta sendingin skuldi leggjast. Í so máta var tað kanska eisini symptomatiskt, at størsti vandin var á ferð, tá Johan Ellingsgaard ta einu ferðina hálvkiksaði eitt innlegg, sum brast í handara stólpa.
Spældu sum botnlið
Men trupulleikar fekk B36 tó ongantíð. Nakrar deyðbóltsstøður hevði KÍ, men nærri enn hesum komu teir ongantíð. Í so máta var merkisvert, at KÍ ikki satsaði meira í hesum standard-støðunum, men tað var kanska eyðkent fyri hugburðin hjá liðnum hesaferð, at teir ikki vildu stórt meira enn tað sama.
Í sjálvum sær er tapið nú heldur ikki nøkur vanlukka. Tað er ikki í Gundadali móti B36, at KÍ skal bjarga sær árinum. Til hetta verða komandi tríggir dystirnir – B71, B68, ÍF – munandi meira avgerandi. Men tað er samstundis greitt, at skulu hesir dystir geva ynsktu úrtøkuna, so skulu heilt aðrir bollar í suppuna. Sunnudagin spældi KÍ sum ein niðurflytari, og tað er ráðini ikki til longur.