KÍF er punkterað

Tá StÍF fekk ferð á, høvdu teir als ongar trupulleikar av KÍF, sum tykist púrasta steðgað upp

Hondbóltur

 

KÍF hevur als ikki livað upp til stóru vónirnar, sum nógv høvdu til liðið undan kappingarbyrjan.

Skaðar hava gjørt sítt til at arga KÍF, sum frá kappingarbyrjan hevur verið botnproppur í Atlantic Airways-deildini.

Sunnudagin megnaðu kollfirðingar tó at fylgja so hampuliga væl við StÍF helmingin av dystinum, men tá oddaliðið setti ferðina upp eftir steðgin, gjørdist munurin heilt stórur. Strandingar sópaðu allan iva til viks fyrsta korterið av seinna hálvleiki, og longu nú kunnu viðhaldsfólkini hjá StÍF so smátt fara undir fyrireikingarnar til, hvussu liðið skal stuðlast í FM-finaluni.

Hjá KÍF stendur hinvegin einki til. Lítið er, sum bendir á, at liðið skal vinna seg av aftasta plássinum í kappingini, har teir framvegis bert hava trý stig.

 

Fakta um dystin

KÍF-StÍF 22-34 (10-12)

10 min: 3-3

20 min: 7-8

40 min: 13-20

50 min: 15-27

Málskjúttar

KÍF: Dean Jankovic 7, Damir Oros 6(1), Niklas Reginsson 4, Jákup Trúgvason 3, Tony Weihe 2

StÍF: Davic Edvardsen 8, Sveinur Justinussen 7, Danni Syhler 6, Leivur Justinussen 3, Borgar Danielsen 3, Bárður Danielsen 3, Bent Djurhuus 2, Rúni Niclasen 1, Jón Rasmussen 1

Brotskøst: KÍF 1, StÍF 2

Útvísingar: KÍF 7, StÍF 1

Diskvalifikatión: KÍF 1 (3X2 minuttir)

Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen