KÍF loftaði sær

Eftir dølska avrikið móti Kyndli, fingu kollfirðingar nakað av hevnd, tá teir við sigrinum á H71 staðfestu fimta plássið á stigatalvuni

Manshondbóltur

Kollfirðingar endaðu landskappingina fyri sítt viðkomandi leygardagin, tá teir í Hovyíkarhøllini leiktu grannauppgerð móti H71.
Tá teir seinast vóru á vøllinum ? tað var móti Kyndli ? tóktist annars, sum um vóru kollfirðingarnir langt síðani farnir í summarfrí, men leygardagin fingu teir so nakað av uppreisn fyri hetta, tá tað eydnaðist teimum at basa hoyvíkingunum.
Fyrra umfarið vóru tað tó teir úr árstalsfelagnum, sum vóru omaná. Ein trivalig leiðsla var skjótt fingin til høldar, og síðani ráddi eina mest sum at halda fast um hesa, og alt tóktist eisini ganga eftir vild í so máta.

Hart og kontant
Men í seinna hálvleiki raknaðu teir hjá KÍF við. Serliga Damir Oros og Regin Petersen, sum seinast vóru langt undir vanliga støðið, gjørdu nú um seg, og so við og við togaðu teir alt meira burtur av leiðsluni hjá H71.
Tveir minuttir fyri leiklok eydnaðist teimum eisini at toga seg framum, og við hesum syrgdu teir fyri, at teir um ikki annað enda frammanfyri hovyíkingarnar á stigatalvuni.
Enn kann H71 koma ájavnt í stigum, men tað er neyvan hugsandi, at teir í seinasta dystinum skulu vinna tey 41 málini aftur, sum kollfirðingarnir í løtuni eru frammanfyri.
Og sum ikki einaferð, so kunnu kollfirðingarnir aftur í ár líta aftur á árið við heldur blandaðum kenslum. Til tíðir hevur spælið í øllum førum verið til nakað væl meira enn verandi fimta plássið, og eitt nú eru stig tikin frá bæði Kyndli og VÍF. Men samanlagt hava teir tó verið alt ov stuttir. Ov nógv stig eru tveitt burtur í seinastu minuttunum av dystunum, og á stigatalvuni verður atlit ikki tikið til, hvør hevur verið nær við og næstan. Har er kontant avrokning við kassa eitt.

Dysturin í tølum
H71-KÍF 24-25 (15-11)
Málskjúttar:
H71: Halgir Dahl Olesen 8(1), Johnny Durhuus 6(3), Esbern Patursson 3, Annfinnur N. Debess 2, Uni Wardum 1, Niels Viggo Niclasen 1, Brandur F. Johannesen 1, Kristian Eli Zachariasen 1
KÍF: Damir Oros 10(1), Regin Petersen 7, Petur Martin Poulsen 3, Kristjan Madsen 3, Vagnur Johannesen 1, Jónálvur Johannesen 1
Brotskøst: H71 4, KÍF 1
Útvísingar: H71 3, KÍF 5
Dómarar úr Kyndli/Neistanum: Hannis Wardum & Kristian Johansen.