KÍF misti á stokkinum

Í 50 minuttir helt KÍF fast í Neistanum, men seinastu løtuna eydnaðist teimum bláu at toga seg avgerandi framum

Neistin-KÍF 27-25 (13-13):


Kollfirðingar eru enn niðastir í Atlantic Airways-deildini, og Neistin er enn annað av oddaliðunum. Í so máta broytti uppgerðin millum einki leygardagin. Men dysturin undirstrikaði enn einaferð, hvussu lítil munnurin millum liðini í deildini er í ár.

Tí hóast skeridir, nú Gert Hansen aftur er úti við skaða, so var KÍF alla tíðina væl og virðiliga við í dystinum. Serstakliga tykist liðið fáa alt størri nyttu úr Dean Jankovic á strikuni, og tí eru ráðini ikki longur bara at taka Damir Oros úr spælinum hjá KÍF.

At tað so kortini eydnaðist Neistanum at toga stigini heim, hevur kanska fyrst og fremst tvær orsøkir. Onnur er, at sjálvsálitið hjá einum oddaliði náttúrliga er gott, og tí eru spælararnir betri førir fyri at tackla avgerandi løturnar í dystinum.

Hartil hevur KÍF havt ein trupulleika við vantandi breiddini í hópinum. Tað verður kanska lagt ov nógv á einstakar herðar, og tá er tungt at halda liðnum koyrandi í samfullar 60 minuttir. Og tá Neistin hesa ferð fekk møguleikan, tóku teir av. Kollfirðingar høvdu annars skotið seg upp á 19-16, men so steðgaði maskinan púrasta upp. Neistin fekk hinvegin veruliga ferð á, og upp á eitt korter varð støðan broytt til 25-22.

Tað megnaði KÍF ikki at vinna aftur, og so máttu teir enn einaferð ásanna, at teir gjørdust akkurát ov stuttir. Neistin hevur hinvegin fingið glið á sína stigasavnan aftur, og hóast kappingin enn bert er komin í helvt, so tykjast teir í løtuna at vera eitt av teimum báðum bestu boðunum til ein finalusess.


Fakta um dystin

Neistin-KÍF 27-25 (13-13)

10 min: 6-4

20 min: 10-7

40 min: 16-19

50 min: 22-21

Málskjúttar

Neistin: Karl Herup Olsen 9, Tróndur Kragesteen 5(3), Roar Dalsgarð 4, Dann Thorleifsson 3, Ingi Olsen 2, Jugoslav Djumic 2, Blagoje Buha 1, Jón Ludvík 1

KÍF: Damir Oros 8, Dean Jankovic 7, Rógvi Weihe 3, Niklas Reginsson 2, Suni Johannensen 2, Ási Dam 1, Toni Weihe 1, Ingi Johannesen 1

Brotskøst: Neistin 5

Útvísingar: Neistin 2, KÍF 1

Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen