KÍ-kvinnurnar hava seinastu vikuna verið við í Champions League bólkaspæli á Kýpros. Hini liðini í bólkinum vóru Apollon av Kýpros, PAOK úr Grikkalandi og Hajvalia úr Kosovo. KÍ tapti fyrsta dystin greitt fyri vertunum úr Apollon, men KÍ fekk síðani óvæntaðan javnleik ímóti grikska stórfelagnum PAOK.
Í dag spældi KÍ ímóti meistarunum úr Kosovo, og dysturin endaði við javnleiki 1-1.
Liðið úr Kosovo byrjaði dystin betur og legði seg á odda í fyrra hálvleiki. Sum dysturin leið kom KÍ meira við í dystinum, og tað lukkaðist at javna tíðliga í seinna hálvleiki. Málskjútti var aftur hesaferð Rannvá B. Andreasen, sum brendi brotsspark, men fylgdi upp og skoraði.
Seinasta partin av dystinum royndu bæði liðini at fáa sigursmálið, men tað endaði við javnleiki.
Tað hevur við sær, at KÍ fekk 2 stig fyri tveir javnleikir. Tað sama fekk Hajvalia. PAOK úr Grikkalandi fekk 3 stig, og vertirnir Apollon fingu 7 stig og fara víðari í kappingini.
KÍ-ferðalagið kemur aftur til Føroya mánakvøldið.