Hósdagin hevði kappingarnevndin hjá FSF fund, har støða millum annað skuldi takast til kæruna, sum KÍ hevði sent inn viðvíkjandi dystinum móti NSÍ seinasta sunnudag. Ein dystur, har KÍ helt seg fyri órætti frá dómaranum, sum teir hildu millum annað hevði givið nøkur ógrundað gul kort. Kort sum eisini bóru leikbann til dystin móti HB við sær, og sum klaksvíkingar tí vildu hava strikað.
Men hetta varð tó sópað av borðinum hjá kappingarnevndini. Hetta tí tað í ÍSF-reglurgerðunum fyri dómsnevndir er staðfest, at sersambond ikki kunnu broyta dómarans meting í kapping. Hendan reglan hevur áður verið nýtt, tá feløg hava kært um dómaraavrik, og í bestu mansdeildini kom hetta seinast fyri, tá B36 í 2000 vildi ógilda dystin, sum felagið hevði tapt fyri B71.
Karl Vidtfeldt, formaður í kappingarnevndini, sigur, at nevndin als ikki hevur møguleika at viðgera kæruna, og at hendan tí er avvíst. Viðvíkjandi dómaraavrikinum sjálvum, sum KÍ eisini hevur kært um, sigur hann, at hetta verður eitt mál, sum dómaranevndin skal taka støðu til.