KÍ koyrir á

Eftir 1-0 sigur í Fuglafirði hava klaksvíkingar framvegis fulla úrtøku. Tað gongur sum eftir ánni hjá uppfluttu klaksvíkingunum.

Í dag hava teir í fagrasta veðri og við stuðli av einari rúgvu av klaksvíkingum vunnið 1-0 í Fuglafirði.

Sigurin ber við sær, at KÍ hewvur fulla úrtøku eftir trý umfør. KÍ er oddalið við níggju stigum og við málmuninum 10-1!

Fuglfirðingar hava trý stig og málmunurin er 4-8.

Aftur í dag vístu ungu klaksvíkingarnir, at tað ber langt at vera tendraðir og nærlagdir.

Sum 2. hálvleikur leið, tveitti ÍF alt meiri fólk fram á vøllin, og tað bar stórar møguleikar til KÍ við sær, meðan fuglfirðingar ikki megnaðu at umseta til mál, tá ið teir fingu kontrabóltar við sær í KÍ brotsteiginum, sum var tætt fólkaður.

 

ÍF-KÍ 0-1 (0-1)

Dómari: Dagfinn Forná

0-1: Kristoffur Jakobsen 12.

ÍF: Jákup Mikkelsen - Uni R. Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariasen, Jan Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni (Áki Petersen, 82.), Frank Poulsen, Bogi Løkin, Aleksander Jovevic (Fritleif í Lambanum, 53.), Nenad Saric - Christian Moumaife (Bárður á Lakjuni, 65.)

Gult kort: Aleksander Jovevic, Fritleif í Lambanum, Dánjal á Lakjuni

KÍ: Gunnar á Steig - Rudolf Eliasen, Jógvan Isaksen, Oddmar á Lakjuni, Ísak Simonsen - Kristoffur Jakobsen (Philip Djordjevic, 81.), Nenad Stankovic, Høgni Madsen, Hjalgrím Elltør, Henry Heinesen (Sámal á Tjaldrafløtti Olsen, 90.) - Bárður Heinesen (Álvur F. Christiansen, 86.)

Gult kort: Ísak Simonsen

 

----

 

75 min.

0-1

ÍF trýstir, men tað gongur striltið at spæla seg til upplagdar møguleikar.

Í mótálopum hava klaksvíkingar misnýtt tveir stórar møguleikar.

Jákup Mikkelsen bjargaði, tá ið Bárður Heinesen var einsamallur ígjøgnum, og Kristoffur Jakobsen sendi við síðuna av, tá ið hann var í góðari støðu.

 

Miðskeiðis í 2. hálvleiki er veteranurin Bárður á Lakjuni komin inn á ÍF liðið ístaðin fyri Christian Moumai.

 

---

 

70 min.

0-1

Klaksvíkingar eru framvegis á odda við málinum, sum Kristoffur Jakobsen skoraði í 1. hálvleiki.

ÍF roynir at spenna álopsbogan, og KÍ leggur størri dent á verjupartin, meðan teir bláu lúra eftir møguleikanum at fara í skjótt mótálop.

 

----

 

 

60 min.

0-1

 

Hálvleikur

0-1

Tað hevur gingið rættuliga javnt á, men málmøguleikarnir hava ikki verið so nógvir og stórir.

 

----

 

20 min.

0-1

Kristoffur Jakobsen eftir at klaksvíkingar høvdu vunnið bóltin frammarlaga. Kristoffur gjørdist leysur og setti bóltin millum beinini á Jákupi Mikkelsen.

 

---

 

30 min.

0-1

ÍF er komið meiri fyri seg og hevur hug at trýsta meiri, enn heimamenninir gjørdu fyrstu løtuna.

 

---

 

10 min.

0-0

 

ÍF-KÍ kl. 15.00

Dómari: Dagfinn Forná

ÍF: Jákup Mikkelsen - Uni R. Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariasen, Jan Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Frank Poulsen, Bogi Løkin, Aleksander Jovevic, Nenad Saric - Christian Moumai

KÍ: Gunnar á Steig - Rudolf Eliasen, Jógvan Isaksen, Oddmar á Lakjuni, Ísak Simonsen - Kristoffur Jakobsen, Nenad Stancovic, Høgni Madsen, Hjalgrím Elltør, Henry Heinesen - Bárður Heinesen