KÍ kvinnurnar ætla at halda fram

Næsta ár verður avbjóðingin at fáa nýtt ættarlið at koma uppí, heldur Malena Josephsen, sum hevur verið á besta KÍ liðnum síðani 1994, og sum sigur seg inniliga vóna, at avbjóðingin fer at gerast størri, enn hon hevur verið seinastu árini

KÍ KVINNUR MEISTARAR

Mikukvøldið varð tað staðfest, sum hevur ligið í luftini í nógvar vikur. KÍ vann FM heitið í kvinnukappingini. Tær tryggjaðu sær heitið, tá ið tær á heimavølli vunnu 7-3 móti AB. Leygardagin vóru tær á Argjum. Tá bar ikki til at spæla, tí líkindini vóru ov vánalig. Á veg til hús aftur frættu KÍ kvinnurnar, at B36 og FSV04 høvdu spælt javnt. Tað bar við sær, at KÍ við sigri mikukvøldið kundi staðfesta meistaraskapin, og tað gjørdu tær rudduliga.
Trúgvu KÍ viðhaldsfólkini sóu teirra lið fyrsta korterið leggja seg á odda 4-0. Í steðginum var støðan 5-0, og í 2. hálvleiki megnaði AB at pynta um úrslitið.
- AB var rættuliga álopssinnað í 1. hálvleiki. Tað bar við sær, at tað var lætt hjá okkum at spæla okkum til møguleikar. Í 2. hálvleiki lógu tær eitt sindur longri afturi. Tá fingu tær trý mál, og tað var kanska eisini, tí vit ikki vóru eins savnaðar um uppgávuna, sum vit vóru í 1. hálvleiki.
Tað er ein av royndastu KÍ spælarunum, sum sigur hetta. Malena Josephsen skoraði trý mál mikukvøldið. Hini KÍ málini gjørdu Mariann Joensen (2) og tvíburðarsystrarnar Ragna og Rannvá B. Andreasen. Málini hjá AB skoraðu Malan á Dunga og Olga Kristina Hansen (2).
Mikukvøldið tryggjaði KÍ sær sætta FM heitið á rað. Umframt FM 2000-2005 so vóru tær flestu við, tá ið KÍ í 1997 varð meistari fyri fyrstu ferð, og tær hava eisini vunnið steypakappingina fleiri ferðir.
- Eg havi spælt síðani 1994. Tey fyrstu árini vóru tað 4-5 lið, sum vóru í javnari kapping. Í ár hava vit bara fingið mótstøðu frá B36. Tað er ikki serliga hugaligt, og eg vóni, at keðiliga gongdin fer at venda. Gongdin er tann, at í flestu feløgum eru spælararnir ógvuliga ungir, og teir gevast alt ov tíðliga, heldur Malena Josephsen.
Hvat er so drívmegin hjá tykkum?
- Okkum dámar væl at spæla, og vit eru eisini ógvuliga fegnar um hetta FM heitið. Vit hava frálíka góðan felagsskap, og spælararnir støðast á liðnum. Nú er ein farin av landinum, og onkur annar hugsar um at fara. Tríggjar hava átt, men tær eru komnar skjótt aftur. Tríggjar ganga í skúla í Havnini, men tað er eingin trupulleiki hjá teimum og málverjanum, Randi Wardum, sum býr í Havnini, at ferðast norður at venja.

Avbjóðingarnar
Umframt FM heitið, sum Malena og hinar í KÍ eisini næsta ár ætla sær at kappast um, so heldur hon, at tvær aðrar avbjóðingar standa fyri framman.
- Onnur er at fáa ungar spælarar inn á liðið. Í ár hava tvær ungar gentur spælt við okkum - 17 ára gamla Anna Joensen og 15 ára gamla Maria Ziskason. Gentur 14-17 ár liggja til at vinna bronsu. Har eru fleiri góðir spælarar, sum nú verða ov gamlar til tað liðið. Tað kennist ivaleyst torført hjá teimum at koma uppí hjá okkum, sum hava verið so leingi saman, og sum hava vunnið so nógv. Men tað er alneyðugt, at tað nú verður farið undir hetta arbeiðið, um KÍ framvegis skal vera við í toppinum.
Hina avbjóðingina heldur Malena vera Europa Cup luttøkuna. UEFA hevur skipað fyri kappingini síðani 2001. KÍ er eitt av fáu feløgunum, sum hevur verið við hvørja ferð. Í 2001 vóru tær í Finnlandi, í 2002 í Svøríki, í 2003 í Hollandi, í 2004 í Polen og í ár vóru tær í Makedonia.
- Vit hava vónað at vinna fleiri dystir. Í ár roknaðu vit lutakastið at vera gott, og vit hildu okkum hava møguleikar at vinna tveir dystir, men hitin oyðilegði alt fyri okkum. 45 stig og einki lot bar við sær, at vit ikki orkaðu. Eg haldi, at hitin var størri mótstøða hjá okkum, enn hann var hjá teimum, sum eru vanar við nógvan hita.
Hvat skal til, um tit skulu røkka longur?
- Fleiri góðir spælarar. Tá ið fleiri dystir eru í fáar dagar, so vísir tað seg neyðugt at skifta út, og tað kennist beinanvegin. Í Føroyum vinna vit, um vit hava nakrar, sum vinna bóltin og aðrar, sum eru skjótar og sparka væl. Í altjóða kappingum er tað neyðugt, at liðið sum heild spælir væl, og tað vísir seg at vera ein trupulleiki. Eisini tí vit ikki verða pressaðar í landskappingini, staðfestir Malena Josephsen.
Eingin liðmynd varð tikin mikukvøldið. Umstøður vóru ikki til tað. KÍ fer at fáa steyp og heiðursmerkir mitt í oktober. Nú verður steðgur í kvinnukappingini, tí U-19 landsliðið í vikuskiftinum fer av landinum.
KÍ kvinnunum verður ynskt hjartaliga tillukku við sættta FM heitinum á rað.