Ákærdur fyri at koyra inn í mannamúgvu í Steinatúni

Ein maður stóð í dag ákærdur í Føroya Rætti fyri skilaleyst at hava ført bil sín inn í eina mannamúgvu uttanfyri Steinatún á ólavsøku og hava sett lív í vanda. Ákærdi noktar seg sekan fyri at hava sett lív í vanda

Rættarmál

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Vit eru í Steinatúni, á nátt tann 26. Juli 2008. Nógv fólk stendur uttanfyri kioskina í Steinatúni, á gongubreytini við bussvikan. Brádliga koyrir ein bilur inn í bussvikan og móti gongubreytini, upp á gongubreytina og rakar fólk. Fólk í mannamúgvuni byrja at sparka móti bilinum, og ein maður leypur upp á motorhjálmin og byrjar at sparka ella trampa niður á forrútin. Bilurin bakkar út aftur, koyrir inn aftur fyri at fáa mannin av motorhjálminum, bakkar út aftur og koyrir av staðnum.

Maðurin, ið førdi bilin, stóð í dag ákærdur í Føroya Rætti.

Ákæran ljóðar, at maðurin tann 26. Juli 2008 á nátt, skilaleyst skal hava ført bil sín inn í eina størri mannamúgvu á 10 til 15 fólk, og harvið hava sett lív í vanda. Ákæruvaldið krevur førararættin frádømdan treytaleyst.

Ákærdi játtaði at hava ført bilin inn í mannamúgvuna, men ikki at hava sett lív í vanda.


Var í panikki

Ákærdi eigur tveir synir á 14 og 16, ið eru heima í Føroyum í summarferiuni. Ákærdi greiðir frá, at hetta kvøldið fer hann ein biltúr, tí veðrið er gott. Tá hann koyrir eftir Landavegnum, sær hann at yngri sonurin kemur gangandi, djúpt ólukkuligur.

Hann steðgar, og tekur dreingin við í bilin. Drongurin greiðir frá, at hann og bróðurin eru álopnir av einum bólki á 10 til 15 dreingir, við »Bill« á odda. »Bill« er eyknevnið, men ikki veruliga navnið, hjá oddamanninum í bólkinum. Hann veit ikki hvar hin bróðurin er, men at hann var illa tilskaðakomin og bløddi frá høvdinum.

Ákærdi fer í panikk, og koyrir runt í býnum fyri at finna hin drongin. Tá hann kemur oman gjøgnum Bøkjarabrekku, frá ljóskurvunum móti Steinatúni. Hann steðgar fyri reyðum, og tá peikar yngri drongurin móti Steinatúni og sigur »Har standa teir«, vísandi til teir, ið høvdu lopið á teir.



Ætlaði bara at forskrekkja

Ákærdi greiðir víðari frá, at hann so førdi bilin fram móti og møguliga eisini upp á gongubreytina.

Hann greiðir eisini frá, at ferðin var ikki høg, tá hann koyrir fram móti gongubreytini.

- Eg ætlaði bara at forskrekkja teir og koyra fram móti teimum og høgga bremsurnar í, greiðir ákærdi frá.

Ákærdi viðgongur, at hann sá ein mann verða raktan av bilinum, og at viðkomandi datt.

Tá bilurin er steðgaður, kemur øði í mannamúgvuna, sum byrjar at sparka til bilin, og ein maður loypir upp á motorhjálmin á bilinum, og byrjar at sparka forrútin á bilinum á ferðafólkasíðuni, har sum drongurin situr.

Ákærdi greiðir frá, at hann bakkar út og fær mannin á motorhjálminum av við at koyra fram aftur.

Hann koyrir so heim, og stutt eftir at hann er komin heim, kemur eldri sonurin gangandi, og stutt eftir kemur løgreglan á staðið, tá maðurin er meldaður.


Mangla vitni

Málið móti ákærda varð ikki avgreitt í dag, tá eitt sentralt vitni, nevniliga persónurin »Bill«, ikki fekk møtt í rættinum.

Eitt vitni gav sína frágreiðing, og líktist hon almikið teirri hjá ákærda. Vitnið sigur eisini sjálvt, at talan nokk ikki var um nakran lívsvanda, men at tað tó kundi verið størri skaði hendur.

Dómur fellur í málinum tá manglandi vitnið er møtt í rættinum og hevur givið sína frágreiðing.