Kári Hammer í Vági pensioneraður

Fríggjadagin 27. februar var móttøka hjá Statoil á Viðarnesi í Havn í sambandi við at Kári Hammer, distributørur hjá Statoil í Vági, nú legði frá eftir 36 ára tænastu

Á móttøkuni vóru starvsfólk hjá Statoil og familja og vinir hjá Poulu og Kára Hammer.

Niels Juel Nattestad, stjóri á P/f Statoil, takkaði Kára fyri tíðina, hann hevði arbeitt fyri felagið. Hann segði m.a., at aftan fyri ein góðan mann, var sum oftast eisini ein góð kona, soleiðis var eisini í hesum føri, Poula og Kári Hammer høvdu rikið oljusøluna í Vági fyrimyndarliga. Tey høvdu verið eitt gott team.

Óli Marner Christiansen, starvsfelagið hjá Kára, í Klaksvík, segði sera skemtiliga frá fleiri ymiskum hendingum á túrum, teir høvdu verið saman uttanlands.

Til seinast segði Kári sjálvur nøkur orð, har hann siteraði Sálomo kong, har hann sigur at "alt hevur tíð sína". Soleiðis var eisini við hansara tíð á Statoil. Hann byrjaði fyri 36 árum síðan, tann 1. mars 1968, sum oljusølumaður hjá Esso, seinni Statoil, í sunnaru helvt av Suðuroy, eftir at Martin Joensen, heilsølumaður í Vági, gavst vegna aldur.
Kári segði, at hann hevði arbeitt undir 11 stjórum, og hann hevði slitið fimm oljubilar upp.

Kári ið er 67 ára gamal og føddur og uppvaksin í Vági, hann fór fyrstu ferð til skips sum 16 ára gamal. Hann er annars útbúgvin stýrimaður og skipsførari, og sigldi til hann legðist upp á land í 1968.

Kári og Poula, sum eisini er úr Vági, hava eisini í nøkur ár rikið Statoilstøðini á Vági.

Um kvøldið bjóðaði Statoil til døgurða á Hotel Føroyum.