Kári á Rógvi hevur svarað týska felagsskapinum Wal Und Delfinschutz-Forum um føroyskt grindadráp og vísir til Wikipedia-leinkju um Auschwitz. Føroyskir fjølmiðlar eru í dag gjørdir varðugir við, at Kári á Rógvi, formaður Sjálvstýrisfloksins, hevur sent týska djóraverndarfelagsskapinum, Wal Und Delfinschutz-Forum ein teldupost.
Heitið á teldupostinum er: Please keep your ethics to yourself við hesari leinkjuni viðheftari: en.wikipedia.org/wiki/Auschwitz_concentration_camp
Hetta hevur fingið øði í fleiri av týsku limunum í felagsskapinum, sum aftur ímóti hava sent teldupostar til føroysku miðlarnar, har teir krevja Kára á Rógvi frá sum tinglim.
Ein Dennis Hansen úr Týsklandi skrivar: I demand the resignation of Kari á Rogvi for insulting me and my country as Nazis!
SHAME ON YOU Kári á Rógvi
- Kari á Rogvi - a parliament of the Faroe Islands, refers to a German animal rights protest received against the mass slaughter of whales on the side of a concentration camp by the Nazis.
Skrivar ein annar, sum nevnir seg Whaledefender.
Richard Kuipper sigur: This man, who says such things, must resign immediately. He is a disgrace to his country.
Higartil hevur ikki borið til at fáa orðið á Kára á Rógvi.