Landsliðið
Henrik Larsen hevur boðsent 18 spælarum til vinardystin, sum verður móti Malta mikudagin, 18. august.
Mest áhugavert er sjálvandi, at tveir teir størstu profilarnir í føroyskum fótbólti nú verða at síggja á liðnum. Teir eru Todi Jónsson, sum ikki hevur verið á liðnum seinastu meira enn trý árini, og Jón Rói Jacobsen, sum ikki hevur verið við seinasta lítla árið, tí hann hevur verið skaddur í knænum.
Todi boðaði fyrr í summar frá, at hann nú metti seg vera nóg væl fyri at taka eitt tørn afturat á landsliðnum, og Jón Rói Jacobsen sigur aðra staðni í blaðnum í dag, at hann gleðir seg til at spæla aftur á landsliðnum.
Sammett við vinardystinum móti Hollandi, er tað merkisvert, at HB-miðvallarin, Kári Nielsen, sum fyrstu ferð fekk boð ta ferðina, aftur hesa ferð er boðsendur. Harvið tykist hann hava bitið seg fastan í hópinum, meðan tað ikki er pláss fyri nøkrum skálamanni hesaferð. Jónhard Frederiksberg hevur annars verið sera væl upplagdur, meðan Pauli G. Hansen, sum eisini varð boðsendur til dystin móti Hollandi, hevur verið nógv skaðaplágaður síðani tá.
Av gomlu landsliðsspælarunum, um tað ber til at siga soleiðis um ungar fótbóltsspælarar, er Hans Fróði Hansen ikki boðsendur hesaferð.
Teir 18, sum hava fingið landsliðsboð, eru:
Jens Martin Knudsen, NSÍ, Jákup Mikkelsen, KÍ, Óli Johannesen, TB, Pól Thorsteinsson, B36, Jón Rói Jacobsen, Frem, Johan Byrial Hansen, Horsens, Atli Danielsen, KÍ,. Súni Olsen, GÍ, Jákup á Borg, HB, Fróði Benjaminsen, Fram, Julian Johnsson, ÍF, Jann Ingi Petersen, Fremad Amager, Kári Nielsen, HB, Rógvi Jacobsen, HB, Hjalgrím Elttør, Fremad Amager, Andrew av Fløtum, Fremad Amager, John Petersen, B36, Todi Jónsson, FCK.
Dysturin móti Malta verður 18. august á Svangaskarði. Talan er sjálvsagt fyrst og fremst um fyrireiking til HM-undankappingardystirnar, sum verða á útivølli móti Sveis og á heimavølli móti Fraklandi 1. og 4. september. Men tað er einki at liggja omaná, at æran eisini stendur upp á spæl. Á FIFA-styrkislistanum er Malta seks pláss framman fyri Føroyar. 18. august skal finnast fram til, um hetta er, sum tað eigur at vera!