Á fundi í Íslandi hevur Útnorðurráðið valt Kára P. Højgaard til formann Kári P. Højgaard, lgøtingsmaður hjá Sjálvstýrisflokkinum, er nú formaður í Útnorðurráðnum.
Ta avgerðina hevur ráðið tikið, nú tað hevur hildið fund á Grundarfirði siðani mánadagin. Seinasta árið hevur altingsmaðurin Karl V. Matthíasson verið formaður.
Í síni fyrstu røðu sum formaður segði Kári P. Højgaard, at Útnorðurráðið eigur eisini at taka part í altjóða samstarvi fyri at ávirka lond og stovnar í okkara umráði. Hann segði eisini, at hann fer at styrkja sambandið við Evropatingið uppaftur meiri.