Kári P. Højgaard heldur fram sum formaður

Ársfundurin hjá Sjálvstýrisflokkinum samtykti í gjár, at Kári P. Højgaard skal halda fram sum formaður floksins. Kári á Rógvi verður næstformaður.

Á ársfundinum hjá Sjálvstýrisflokkinum, sum var í Havn í gjár, varð samtykt, at Kári P. Højgaard skal halda fram sum formaður floksins. Til næstformann varð valdur Kári á Rógvi, sum avloysir Eyðun Elttør


Til ársfundin hevði Kári á Rógvi sent skriv inn, har hann heitti á ársfundin um at velja Kára P. Højgaard at halda fram sum formaður floksins.

Í skrivinum vísti hann á tað positivu gongd, sum tað hevur eydnast Kára P. Højgaard at skapa fyri flokkin.

Kári á Rógvi varð valdur til næstformann og avloysir hann Eyðun Elttør, sum hevur røkt henda sessin í nøkur ár, sigur flokkurin í tíðindaskrivi.