Eysturoyar Sjálvstýrisfelag átalar framferðina hjá Kára á Rógvi (myndin), tá hann við ráddum huga atkvøddi fyri eini grein 25 nevnd. Endamálið var helst at forða Kára P. Højgaard at fáa ávirkan í viðgerðini av fiskidagaskipanini.
Í eini yvirlýsing, ið er dagfest leygardagin heitir felagið á landsnevnd floksins um at taka undir við fiskivinnuuppskotinum, ið fiskivinnubólkurin hjá Sjálvstýrisflokkinum hevur latið úr hondum. Ein meiriluti fýra av fimm nevndarlimum - í Norðoya Sjálvstýrisfelag stuðla somuleiðis Eysturoyar Sjálvstýrisfelag í yvirlýsingini
Sjálvstýrisfelagið í Eysturoynni viðgjørdi tá politisku støðuna sum flokkurin er í, nú tað vísir seg, at floksformaðurin, Kári á Rógvi, er í opnum stríði við helmingin av tingmanning sjálvstýrisfloksins, Kára P. Højgaard, sum í góð 10 ár hevur umboðað Sjálvstýrisflokkin á Føroya Løgtingi.
Kári P. Højgaard hevur umboðað flokkin í vinnunevndini alt valskeiðið. Eysturoyar Sjálvstýrisfelag ger tí greitt, at tey átala framferðarháttin, og harmast um vantandi hegni hjá formanninum at finna semju við Kára P. Højgaard um fiskivinnupolitikkin á tingi.
- Felagið er samt um, at seinastu árini hevur fiskivinnan kent alt ov stóran sviða av ymiskum átøkum, so sum niðurskurð av fiskidøgum. Nú er tíð uppá at steðga hesum og geva fiskivinnuni frið til at gera egnar tillagingar, sigur felagið, sum stendur einmælt aftan fyri fiskivinnupolitisku áskoðanini hjá Kára P. Højgaard, um at verja húkaflotan, soleiðis sum stevnuskrá floksins eisini sigur.
Í fráboðanini vísir felagið staðiliga á, tey ikki taka undir við lógaruppskotinum, um at skerja fiskidagatalið við 10 og 20 prosentum. Tingmanningin eftirlýsir eini nærri útgreining av, hvussu nógv fíggjarligt avkast føroyski búðskapurin hevur fingið burtur úr, at fiskidagatalið seinastu árini stigvíst er lækkað. Eisini metir felagið vera alneyðugt at kanna, hvussu landsbúðskapurin fær nóg mikið av inntøkum, um fiskidagarnir verða skerdir.