Kærleikans dansikvøld við Scandinavia og Spaðar 5

Leygarkvøldið 19. januar bjóðar Róðrarfelagið Knørrur til stórfingið dansikvøld í ítróttarhøllini á Hálsi við norska superbólkinum Scandinavia og føroysku legendunum í Spaðar 5

Scandinavia, sum júst hevur givið út fløgu, er ímillum kendastu dansiorkestur í Noregi og hevur fingið fleiri heiðurslønir og gullplátur fyri tónleik sín. Og løgið er tað ikki, tí fleiri av limunum hava spælt saman líka síðan 1988, tá ið orkestrið varð stovnað. Hesa tíðina hava teir eisini haft fleiri enn túsund konsertir um øll Norðurlond, so talan er kanska um best samanspælda dansiorkestur yvirhøvur.

 

Á føroyaferðini verður orkestrið fullmannað við Eirik Johansen, gittar og sang, Steinar Storm Kristiansen, tangentar og sang, Pål Fuglseth Tautra, bass og sang, Ronny Jakobsen, trummur og sang, Bjørn O. Jensen, saksofon og sang, og Finn Jacobsen, gittar.

 

Eisini Spaðar 5 við Ólavi Øster og hansara monnum stillar upp við sterkastu manning, so borðreitt verður við góðum svingtínum og sjelarum alt kvøldið.

 

Róðrarfelagið Knørrur, sum leggur lunnar undir dansin, vónar, at fólk fær eitt hugnaligt kvøld saman. Avlopið frá tiltakinum fer alt til ungdómsvirksemi felagsins.

 

Forsølan til er longu byrjað, og atgongumerki fáast í bensinstøðum kring alt landið. Væntandi kemur nógv fólk saman, so tey, sum vilja tryggja sær eitt atgongumerki, hava høvið at keypa tað í góðari tíð.

 

Myndatekstur

19. januar verður kærleikans dansikvøld á Hálsi við norska superbólkinum Scandinavia og føroysku legendunum í Spaðar 5