2. deild: FS Vágar-EB/Str 4-2 (4-1)
Verður hetta lagið í Vágum, so verður ikki leingi til felagsliðið skal hava spæliloyvi frá flogtorninum á flogvøllinum heldur enn frá FSF, tí kósin teir hava sett, er beint uppeftir.
Higartil í ár hevur felagsliðið í Vágum leikt sjey dystir og teir hava vunnið teir allar. Teir eru einsamallir í oddinum við 21 stigum. Fimm stig frammanfyri LÍF, sum hevur 16 stig, eisini fyri sjey dystir.
Seinast FSVágar tapti var í fimtanda umfari í fjør, tá teir taptu fyri KÍ, so tað eru tíggju umfør síðani liðið tapti ein heimadyst.
Gestirnir í Sandavági leygardagin vóru sundalagsmenn, sum við sínum felagsliðið skuldi royna at taka stig frá vágamonnum. Hesum komu teir illa frá, tí tá liðugt var vóru tað vágamenn, sum vóru omaná við 4 málum móti tveimum.
Avgjørt í fyrra hálvleiki
Dysturin í Sandavági varð longu avgjørdur tá teir fyrstu 45 minuttirnir vóru leiktir. Í góðveðrinum, sum var um alt landið leygardagin, vísti tað skaðarakta FSVágar-liðið, at tað vóru teir, sum vildu hava sigurin og tá farið var til hálvleiks vóru teir frammanfyri 4-1.
Tór Ingar Akselsen legði FSVágar framum 1-0 og Birgir Joensen økti løtu seinni. Vágaliðið hevði alt spælið og tað var ikki meir enn at EB/Streymur kom til nakran málmøguleika.
Men sum so ofta tá annað liðið er so nógv við yvirlutan, so gerast menn dølskir, og áðrenn nakar vardi skoraði EB/Streymur uppá einasta málmøguleika teir høvdu í fyrra hálvleiki.
Hetta vildi FSVágar ikki lata sær lynda, og teir tóku sær um reiggj og gjørdu tvey mál afturat. Báðu ferðirnar hevði John Johansen síðsta fótin á.
Dovnaðu í hitanum
Í seinna hálvleiki var lítið skil á spælinum. Albert Ari Thomassen sigur, at munurin við steðgin saman við tí góða veðrinum helst hevði við sær, at menn gjørdust dovnir, og tí kom einki mál afturat til teir í seinna hálvleiki.
Sundalagsmenn fingu kortini eitt mál afturat soleiðis at dysturin endaði 4-2 til FSVágar og hóast spælið sum í seinna hálvleiki ikki var nakað at reypa av, so vóru trý stig fingið til høldar, og tey kunnu gerast dýrabar tá samanumkemur.
? Men tað skal annað spæl til næsta vikuskiftið, um vit ætla okkum at vinna móti LÍF, sigur Albert Ari Thomassen.
? Hóast leirvíkingar hava tapt ein dyst og spælt ein javnan í ár, so eru teir góðir, og tað merkir, at vit skulu taka annað skinn um bak.
Liðið hjá FSVágum leygardagin var merkt av, at nógvir leikarar hava skaðar at dragast við.
? Fleiri av teimum eldru leikarunum hava skaðar at dragast við í løtuni, og tí vóru fleiri unglingar við enn vanligt. Men teir eru góðir og raskir, so tað skal nokk fara at ganga. Vit skulu bara spæla betri enn vit gjørdu leygardagin, um vit ætla okkum at vinna móti LÍF, sigur Albert Ari Thomassen.
Málið er fyrsta deild
Albert Ari Thomassen dylur ikki fyri, at í ár skal tað verða at vágamenn aftur onga sær eitt fyrstudeildarlið.
Tað var um reppið at eydnast í fjør, og hevði gongdin fyrru kappingarhálvu givið tveir sigrar fleiri enn hon gjørdi, so var felagsliðið kanska í fyrstu deild í ár.
Tó er tað ivasamt um liðið hevði megnað at hildi sær har uppi, og tí er ikki so nógv, sum bendir á, at leikararnir á felagsliðnum úr Vágum eru so keddir av, at fáa enn eitt ár í næstbestu deildini til at »stabilisera« liðið.
? Men í ár er málið at vinna aðru deild. Tað er tað eingin sum helst ivi um, sigur Albert Ari Thomassen.
Og gongur tað restina av árinum, sum tað ger í løtuni, so er einki at tosa um, tí í løtuni gongur tað líka væl, sum vatnið í ánni við síðuna av vøllinum í Sandavági. Kósin er bara ein onnur. Vatnið í ánni hevur kós omaneftir. Kósin hjá felagsliðnum er uppeftir. Beint uppeftir.