KÍ stendur fyri stórari avbjóðing

Setningurin er at byrgja uppfyri, at gongdin í dag ikki skal líkjast henni í ungverska høvuðsstaðnum fyri fimm árum síðani, tá klaksvíkingar orduliga fóru niður við nakkanum

Europa-Cup

Stóra KÍ ferðalagið kom tíðliga týskvøldið í øllum góðum niður til ungverska høvuðsstaðnum Budapest. Donau skikkar sær betri, enn tað eina tíð kundi sæð út til, at hon skuldi gera, og tað er greitt, at dysturin verður spældur seint seinnapartin føroyska tíð.
Fyri fjúrtan døgum síðani megnaði KÍ 2?2 á Svangaskarði. Allan Mørkøre skoraði bæði málini, sum vóru tey fyrstu í europeisku liðkappingini hjá vetaraninum, sum 22. november verður 31 ár. Tað var eitt sera gott úrslit ímóti Újpesti.
Men sjálvandi er ungverska liðið stórfavorittur at vinna í dag og harvið at vera við í lutakastinum til næsta umfarið. Lutur verður kastaður á UEFA høvuðsborgini í Sveis í morgin.
KÍ hevur eina ferð áður spælt í Budapest ímóti Újpesti. Tað var í 1997, tá liðini eisini hittust í UEFA Cup kappingini. Ta ferðina varð fyrri dysturin spældur í Budapest. 23. juli í 1997 tapti KÍ 6?0. Tann dystin bar til at fylgja í Sjónvarpi Føroya. Longu tá fimm minuttir vóru farnir kom hol á, og í sera nógva hitanum gekk skjótt. Tá spælararnir fóru til sera kærkomnu hvíldina, var støðan 5?0. Í 2. hálvleiki fekk heimaliðið eitt mál afturat, og tí var eingin spenningur, tá teir eina viku seinni vóru á Svangaskarði. Tá stóðu klaksvíkingar seg heilt væl. KÍ var á odda bæði 1?0 og 2?1, men í síðstu løtu eydnaðist tað Újpesti at skora til 3?2.
Hesa ferð var fyrri dysturin í Føroyum. Tað kann ivaleyst verða ein fyrimunur hjá KÍ. Hetta skal skiljast soleiðis, at tað verður ikki neyðugt hjá ungverska liðnum at vinna stórsigur fyri at byrgja uppfyri torføru uppgávuni í Føroyum. Tað er nóg mikið hjá ungverjunum at vinna við einum máli.
Kurt Mørkøre segði undan Europa Cup luttøkuni, at KÍ ætlaði at spæla sítt spæl, og tað gjørdu teir eisini á Svangaskarði. Men sjálvandi fer størri dentur at verða lagdur á verjupartin í dag. Venjarin og spælararnir vilja sjálvsagt sleppa undan eyðmýkingini, sum teir løgdu rygg til fyri fimm árum síðani.
Ta ferðina gjørdu klaksvíkingar eina rúgvu av persónligum mistøkum. Hitin er ikki so nógvur hesa ferð, sum hann var fyri fimm árum síðani. Um tað slepst undan so mongum persónligum mistøkum hesa ferð, sum vórðu gjørd seinast, so átti tað ikki at verið heilt ómøguligt at komið undan við heiðurligum úrsliti. Eitt heiðurligt úrslit í hesum sambandinum er eitt tap upp á 3?0 ella minni enn tað.
KÍ hevur nógvar royndir í Europa Cup, og fleiri spælarar, sum vóru við í fyrsta dystinum á Svangaskarði ímóti Skonto Riga í 1992, eru framvegis við. Talan er um Harley Bertholdsen og Jan Andreasen, sum báðir hava verið nógv á beinkinum seinastu ferðirnar, Allan Mørkøre, Jan Joensen og so Kurt Mørkøre, sum ikki tykist ætla sær at spæla við hesa ferð.
Tá KÍ fyri fimm árum síðani var í Budapest, sá liðið soleiðis út: Gunnar á Steig ? Harley Bertholdsen, Jan Andreasen, Jóannes Jakobsen, Símun Waag Høgnesen, Heðin á Lakjuni ? Eyðun Klakstein, Jan Joensen, Arnold Joensen (Jóhan Lützen, 88.), Rógvi Jacobsen ? Kurt Mørkøre (Sørin Petersen, 46.). Ta ferðina var núverandi málverjin, Meinhardt Joensen, á beinkinum saman við Niclas Niclasen og Kristian Andreasen.
KÍ ferðalagið verður aftur í Vágum fyrrapartin í morgin. Landskappingardysturin hjá KÍ í 14. umfarinum er í skipanini útsettur til mánakvøldið. Tá skulu klaksvíkingar norður á Mølina á Eiði.