Ofta fílast áskoðararnir í Klaksvík á, at tað gongst so striltið hjá teirra monnum at fáa mál, tá KÍ spælir á heimavølli.
Tað kundu teir ikki gera leygardagin, tá TB, sum KÍ so ofta hevur havt stórar trupulleikar av at fáa bilbukt við, vitjaði.
KÍ svam í málmøguleikum, og fyrrapartin av fyrra umfarinum kundu teir væl havt fingið fýra ella fimm mál í staðin fyri bara eitt.
Hugsanirnar
vóru ikki við
Rolf Christiansen gjørdi tað, sum hann kundi í málinum, og í 1. hálveiki kundi hann ikki dadlast fyri nakað av málunum. Í 2. hálvleiki tóktist hann vera áhaldsin, tá KÍ fekk fyrsta málið, men annars gjørdi hann tað, sum tú kanst rokna við, at ein málverji ger.
Burtursæð frá málverjanum kann eingin annar av spælarunum hjá TB vera nøgdur við avrikið hesa ferð, men so skal eisini skoytast uppí, at treytirnar hjá teimum vóru ikki tær bestu, tí teir restaðu fýra av stuðulsspælarunum, og eftir 22 minuttir noyddist ein at taka seg út úr stríðnum, tí hann var skaddur. Teir, sum ikki, vóru Óli Johannesen, sum hevði leikbann, og Pól F. Joensen, Jan Albinus og Sasha, sum vóru skaddir, og tað var Tórður Mortensen, sum noyddist at fara av vøllinum.
Serliga í 2. hálvleiki kundu klaksvíkingar gera akkurát sum teimum lysti. TB menninir ansaðu ikki sínum monnum, og tá teir endiliga komu í nærdystir, so vóru teir ikki sannførandi. Tað tóktist næstan sum um teir ikki høvdu sinnið við í hesum dystinum, men heldur hugsaðu um tey bæði komandi vikuskiftini, tá teir skulu spæla móti Sumba og ÍF.
Tað er langt frá avrikinum í Klaksvík leygardagin og til góða liðið, sum teir høvdu í sjeyti og áttati árunum. Tá vunnu teir FM, í 1976, 1977 og aftur í 1980, og onnur ár vóru teir um reppið at vinna.
TB vann eisini FM í 1987, men síðani hevur ikki gingið væl. Nú er setningurin at varðveita plássið í bestu deildini, men tað verður ikki gjørt, um avrikið verður, sum tað var í Klaksvík, har talan avgjørt ikki var um 1. deildarstøði.
Álopskendir
Klaksvíkingar vóru í útgangsstøðu sera álopskendir. Arnold Joensen var á plássinum í høgru, sum Harley Bertholdsen plagar at røkja, og Kurt Mørkøre var í álopinum við síðuna av Heðini á Lakjuni, meðan Rógvi Jacobsen var á miðvøllinum, har tað fyri fyrstu ferð í langa tíð eisini var pláss fyri Soran Manic.
KÍ var omaná í øllum og alla tíðina. Teir fingu hol á, tá eitt korter var farið. TB verjan fekk bóltin tvær ferðir út frá eftir innkast í vinstru hjá KÍ, og so var tað, at Marek langaði til úr 18 metrum.
42 minuttir vóru farnir, tá næsta málið kom, men so gekk skjótt. KÍ skoraði eftir 43, 53, 64, 66, 73, 84, 86, 88 og 90 minuttir.
Kurt Mørkøre var stóri málslúkurin, men tað er sera merkisvert, at tað eydnaðist honum at fáa reyða kortið í síðstu løtu. Tað hevur við sær, at hann kann ikki hjálpa til, tá KÍ sunnudagin skal spæla torføran dyst í Runavík.