KÍ syrgdi fyri veitsluhýri

Við sannførandi 5-0-sigri ímóti Skála hevur KÍ styrkt um oddastøðuna í Effodeildini.

Fyrsti dystur í 19. umfari av Effodeildini varð spældur í kvøld, tá ið KÍ heima á Summarfestivalinum fekk vitjan av Skála.


KÍ fekk eina dreymabyrjan, tí longu í fyrsta minutti legði veteranurin, Súni Olsen, heimaliðið á odda 1-0 við einum frálíkum skoti.


Hóast Skála spældi seg til nakrar møguleikar at javna í fyrra hálvleiki, so helt støðan sær til hálvleikssteðgin. 1-0 til KÍ.


Í seinna hálvleiki var Skála bara við í eina løtu, áðrenn KÍ av álvara setti ferð á. Fyrst var tað Páll Klettskarð, sum økti til 2-0 um miðan seinna hálvleik, áðrenn hann sjálvur økti til 3-0 góðar 10 minuttir seinni.


KÍ steðgaði ikki her. Fáar minuttir áðrenn leiklok gjørdi serbiski Semir Hadzibulic tað til 4-0, og í yvirtíðini varð Páll Klettskarð krýndur sum hattrikk-hetja, tá ið hann skoraði til endaliga úrslitið, 5-0 til KÍ.


Við sigrinum í kvøld hevur KÍ styrkt um oddastøðuna og er fyribils sjey stig frammanfyri Víking, sum tó hevur ein dyst tilgóðar. Vegna verri málmun dettur Skála aftur um TB og er nú á 8. plássi.


KÍ – Skála 5-0 (1-0)

1-0: Súni Olsen, 1.

2-0: Páll Klettskarð, 66.

3-0: Páll Klettskarð, 77.

4-0: Semir Hadzibulic, 86.

5-0: Páll Klettskarð, 90.