- Bendar Spónir og Kaj Klein eru eitt sera spennandi samstarv, ið vit gleða okkum at hoyra á G! Festival í ár. Tá Bendar Spónir fyrr í ár fóru til Toustrup Mark í Jútlandi at spæla inn eina útgávu við vestmenninginum Kaj Klein, so skaptist okkurt gandakent, tí hetta var eitt samstarv, ið bara biðaði eftir at henda, siga fyrireikararnir av G! festivalinum.
Seinni í ár gevur bólkurin eina útgávu út, við 10 sangum, ið Kaj Klein hevur skrivað og sett út og spælt inn saman við Bendum Spónum. Á G! verður fyrsta høvi at uppliva hesi nýggju løgini.
Kaj Klein hevur sínar røtur í Vestmanna. Hann gjørdi um seg í bólkinum Plastnoist í 80’unum og 90’unum, men tað er serliga sum solistur at Kaj veruliga hevur blómað.
Samstarvið við Bendar Spónir hevur verið ávegis í fleiri ár. Beiggi Kaj, Karl Anton Klein, sáli, arbeiddi við nógvum av teimum ungu tónleikarunum í Havn, millum annað við undirvísing á Margarinfabrikkini.
Bendar Spónir er ein bólkur av ungum monnum úr Havn, ið hevur spælt saman í áravís. Fyrra árið gav bólkurin tvær LP’ir út. Eina við sínum egna instrumentala tónleiki, og eina saman við Kára Sverrissyni. Báðar vóru væl móttiknar og serliga tann saman við Kára varð spæld nógv í útvarpi.