Kaj Leo er í beinkinum

Fyrsta bríkslið millum EB/Streym og Víking verður klokkan 19.45

Sigfríður Clementsen hevur blandað kortini eitt sindur øðrvísi undan steypafinaluni, enn hann hevur gjørt í fleiri av undanfarnu dystum. Merkisvert er tað, at Kaj Leo í Bartalsstovu ikki er millum teir fyrstu ellivu. Filip Djorvjevic og Sølvi Vartnhamar eru í ódnunum í borðunum báðum.

Hanus Jacobsen er fluttur fram á miðvøllin, og Dánjal Pauli Lervig er vongverji í vinstru.

Tað hevur verið ivi um, um Arnbjørn Hansen fór at vera førur fyri at spæla í EB/Streyma álopinum. Nú er tað staðfest, at tað verður Arnbjørn Hansen, sum verður fremsti maður, og at Gunnar Zachariasen harvið er á beinkinum.

 

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Dánjal Davdsen – Leif Niclassen, Pætur Dam Jacobsen, Arnar Dam, Levi Hanssen, Hans Pauli Samuelsen – Arnbjørn Hansen

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig – Sølvi Vastnhamar, Sam Jacobsen, Hanus Jacobsen, Jann Ingi Petersen, Filip Djordjvevic – Finnur Justinussen