Kaj Leo gjørt sáttmála

Føroyski landsliðsspælarin heldur fram í norskum fótbólti í 2015

Kaj Leo í Bartalsstovu heldur fram í norska felagnum, Levanger, í 2015. Hann leingir í morgin sáttmálan við felagið, sum hann var við til at tryggja uppflyting til næst bestu deildina í norskum fótbólti.

 

- Kaj Leo leingir sáttmálan við Levanger. Samráðingarnar hava staðið á í eina tíð. Nú eru vit komnir ásamt um ein sáttmála fyri 2015, sigur Hans Jacob á Líknargøtu, umboðsmaður hjá Kaj Leo.

 

Kaj Leo skiftið í 2014 til Levanger, har hann hevur verið ein av drúgvu spælarunum á liðnum, sum í ár skal spæla í næst bestu deildini. Kaj Leo hevur eisini vunnið sær pláss í landsliðshitanum í 2014.

 

Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur lagt stóran dent á, at Føroyar mugu fáa fleiri spælarar út um landoddarnar. Í so máta er møguleikin hjá Kaj Leo at halda fast í landsliðsplássinum ikki minkaður. Tað hevur ljóðað, at fleiri føroysk feløg hava spurt seg fyri um tekniska vongin, sum hevur avgjørt at halda fram í Levanger.