32 ára gamli Kaj Leo í Bartalsstovu hevur gjørt nýggjan sáttmála við íslendska Njarðvík, sum spælir í næstbestu deildini. Gøtumaðurin spældi í seinnu hálvu av farna kappingarári við Njarðvík.
Við 28 landsdystum hevur Kaj Leo í Bartalsstovu mangan verið sjónligur í føroyska fótbóltsheiminum, men seianstu tíðina hevur hann ikki verið í landsliðsumhvørvinum.
Bóltsnillingurin hevur eisini spælt fyri FH, Val, ÍBV, ÍA og Leiknir, síðani hann skifti til íslendskan fótbólt í 2016. Hann verður nú liðfelagi við Martini Klein Joensen, ið hevur skift frá Víkingi til júst Njarðvík.