Kaj Leo: Størsta ynskið mítt er at sleppa at ganga aftur

– Eg eri ein almennur persónur, og familja, vinir og kenningar spyrja meg oftani um sjúku mína, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum nú greiðir frá, hvat honum bagir

– Eg fekk mína fyrstu diagnosu í 2018 sum 54 ára gamal. Diagnosan kallast “CIDP” og er ein sokallaður auto immunur tilstandur, hon rakar feittið/myelinið sum er runt periferar nervar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevur verið merktur av sjúkuni leingi, og sum hevur ilt við at ganga.

 

Hann sigur, at sjúkan ikki er arvilig, sum var hansara fyrsti spurningur.

 

– Eg merkti í 2018, at eg hevði fingið niðursetta styrki í høgra fóti, og eg fekk nakrar viðgerðir í 2018/19, og styrkin kom øll aftur.

 

– Fekk seinni eina ryggoperation tann 16. juni 2021, tí tveir diskar eisini trýstu og ávirkaðu nervar niður í beinið áðrenn operatiónina.

 

– Fekk harumframt eitt sera hart koronuforløb i feb 2022. Hetta aktiveraði aftur mína immunverju, soleiðis at hon nú enn einaferð leyp á feittlagið rundan um nervarnar, greiðir hann frá.

 

– Eg gangi vánaligt og havi krúkkur, men eg fái nú aftur viðgerð 6. hvørja viku í eitt hálvt til eitt ár fyri at normalisera immunverjuna aftur.

 

– Vit eru sum eg havi skilt undir 5 føroyingar við hesari diagnosuni, hon er ikki lívshættislig, og sera sjáldsom, men útlitini eru vanliga góð við rættari viðgerð.

 

Eg venji tríggjar ferðir um vikuna uppi í almannaverkinum við dugnaligum fólki.

 

– Hví fortelji eg hettar???

 

– Tí eg eri ein almennur persónur, og familja og vinir og kenningar spyrja meg oftani, tí tað sæst, sigur Kaj Leo Holm Johannesen..

 

– Men tað hevur týdning fyri meg at verða opin um hettar og at verða besta útgávan av mær sjálvum, líkamikið mínar avbjóðingar á lívsins vegi.

 

– Eingin veit hvat tann veruligi upprunin til “CIDP” er. Eg fekk at vita, at orsøkin er “idiopatisk” ókendur uppruni.

 

– Mín egna diagnosa til upprunan er mín gamli ryggskaði, men tað er einki prógv og er eisini fullkomiliga líkamikið.

 

– Mítt einasta ynski er at koma at ganga aftur, uttan krykkur, eg trúgvi upp á tað og trúgvi, at hart og skilagott arbeiði flytur fjøll, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

 

 

Um Kaj Leo Holm Johannesen:

 

Er løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Hann varð valdur á ting fyrstu ferð í 2002 og er valdur á ting hvørja ferð síðani. Í 2004 gjørdist hann formaður í Sambandsflokkinum. Í 2008 gjørdist hann Føroya Løgmaður, tá samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin slitnaði. Hann helt fram sum løgmaður aftan á løgtingsvalið í 2011 saman við Fólkaflokkinum og Miðflokkinum til løgtingsvalið í 2015. Eftir løgtingsvalið í 2019 gjørdist hann landsstýrismaður í heilsumálum. Áðrenn hann fór upp í landspolitikk sat hann eitt skeið í Tórshavnar Býráð fyri Sambandsflokkin frá 1996 til 2000.