Síðani fyrrverandi løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen aftur fór at verja málið hjá næstbesta HB liðnum hevur tað gingið sum eftir ánni. Mikukvøldið endaði tað við málleysum javnleiki á Argjum, og í dag gekk tað uppaftur betri, tá ið HB átti heimavøll.
Tað vóru favorittarnir í 07 Vestur, sum á middegi í dag vóru í Gundadali, og gestirnir noyddust til hús aftur við ongum, tí HB vann 3-2.
Unglingaspælarin Tóki á Lofti legði 07 Vestur framum, tá ið stórt korter var farið, men Adrian Justinussen javnaði, tá ið góður hálvur tími var farin.
Tríggjar minuttir eftir steðgin var tað innskifti Høgni Egilstoft Nielsen, sum legði 07 Vestur framum aftur, men HB legði ikki kongin. Miðskeiðis í seinna hálvleiki var tað enn einaferð Adrian Justinussen, sum var upp á spæl, tá ið hann sendi hornaspark beinleiðis í málið.
07 Vestur legði nógv fyri í royndini at skora sigursmálið. Tað eydnaðist ikki. Ungu HB spælararnir vóru raskir, og Kaj Leo í málinum var stinnur samstundis, sum hann koyrdi á sínar menn.
Og so gekk tað, sum tað ofta ger. Annað liðið leggur nógv fyri í framrættaða partinum, og hitt skorar sigursmálið. Hjalti Djurhuus sneiddi seg leysan av fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann setti bóltin í málið aftanfyri Silas Eyðsteinsson, sum miðskeiðis í seinna hálvleiki hevði avloyst skadda Ivan Stojkovic í 07 Vestur málinum.
3-2 HB sigurin ber við sær, at HB nú hevur 21 stig og nú telist millum liðini mitt í røðini. 07 Vestur hevur 44 stig og er framvegis á tryggum uppflytingarplássi, men munurin aftur til tey næstu tódnaði eitt sindur ídag.