Kaldligt góðveður leygardagin

Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

Danska veðurstovan roknar við køldum góðveðri leygardagin, og sum heild verður lítið av vindi næstu dagarnar.

DMI sigur, at leygardagin verða 2-5 m/s av norði, seinni av ymsum ættum. Skýggjað og fyri tað mesta turt veður við sólglottum. Hitin millum 3 hitastig og 3 kuldastig, í støðum kaldari um náttina.

Sunnudagin verða 2-7 m/s av útsynningi og suðri, sum frálíður 5-10 m/s av útsynningi. Mest skýggjað og nakað av regni. Hitin millum 2 og 6 stig.

Mánadagin verða 5-10 m/s av útsynningi, minkandi niður í 3-8 m/s. Mest skýggjað og nakað av regni. Hitin alt døgnið millum 2 og 6 stig.