? Íløguætlanin hjá kommununi kann koma at bremsa framburðinum hjá Havnini.
Tað heldur Leivur Hansen, býráðsformaður í Havnini um ætlanina hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni um at gera eina fimm ára íløguætlan fyri kommunurnar, og at býta landið sundir í øki, sum síðani fáa hvør sína íløgukvotu
Men hann leggur afturat, at hann dugir eisini at síggja fleiri fyrimunir við ætlanini og at hetta tí avgjørt er vert at umhugsa.
? Tað er positivt, at ymisk øki í landinum samstarva um ymsar íløgur, so at kommunurnar í einum øki semjast um, hvar havnin skal útbyggjast, hvussu skúlarnir skulu byggjast út, hvar eldrasambýli skulu verða, o.sfr. Sostatt skuldu vit sloppið frá, at grannakommunur gera íløgur í somu endamál og vit skuldi sloppið undan yvirkapasiteti á nógvum økjum.
? Tað er onki at ivast í, at tey ymsu økini standa sterkari, um kommunurnar standa saman um eina felags útbygging.
Býráðsformaðurin leggur tó dent á, at málið er ikki viðgjørt í býráðnum, og at hetta tískil er talan um hansara egnu sjónarmið.
Eisini í fjør sluppu kommunurnar at gera íløgur eftir fólkatalinum. Tað, sum nú er komið afturat, er landið skal býtast sundur
øki. So kunnu kommunurnar í hvørjum øki læna íløgur frá hvørjum øðrum.
Leivur Hansen sigur, at tað kann verða trupult at býta landið sundur í øki.
? Nøkur øki eru sjálvsøgd. Men trupulleiki kann stinga seg upp, tá í miðstaðarøkið skal býtast sundur, ikki minst Eysturoyggin.
Eftir hesi fimm ára ætlanini hjá Karsten Hansen, sleppur Tórshavnar Kommuna at gera íløgur fyri onkustaðni ímillum 60 og 70 milliónir um árið.
Og Leivur Hansen dylir ikki fyri, at hann heldur, at tað er nakað lítið.
?Tær stóru kommunurnar hava skotið upp fyri Landsstýrismanninum, at íløgurnar í tær stóru havnirnar verða tiknar burturúr og ikki verða tengdar uppí vanligar, kommunalar íløgur.
Havnirnar, sum hugsað verður um, eru tær í Tórshavn, Klaksvík, Runavík, Vági, Tvøroyri og í Fuglafirði.
Samstundis hava vit skotið upp, at samlaði íløgukarmurin skal hækka upp í einar 200 milliónir og at einar 30-40 milliónir av teimum verða markaðar til íløgur í áðurnevndu havnir. Hinvegin skal tað ikki bera til at flyta havnaíløgur til vanligar íløgur
Býráðsformaðurin hevur tó lítlar vónir um, at tað fer at eydnast, tí tað skilst á landsstýrismanninum, at samlaðu íløgurnar fara neyvan upp um 175 milliónir í mesta lagi.
? Og tað tykist sum um landsstýrismaðurin er avgjørdur í síni ætlan. Tí er tað ein spurningur um ikki kommunurnar eiga at fara til verka og royna at fáa sum frægast burturúr, heldur enn at royna at mótmæla, tá ið tað ikki hjálpir kortini.
Leivur Hansen sigur, at hann kundi hugsað sær eina størri upphædd til íløgur í Tórshavnar kommunu, tí tað standa stórar útbyggingar fyri framman.
? Vit skulu gera ein ferjuskráa til tað nýggju Norrønu, og tað er ein størri verkætlan enn tað ljóðar til at vera. Samstundis skal havnaøkið byggjast út og í longdini er ætlanin at leingja tann ytra molan.
Leivur Hansen sigur, at nýggja íløguætlanin kann tí koma at bremsa framburðinum í Havnini.
? Men tað veldst sjálvandi um, hvussu stórur tann endaligi íløgukarmurin verður. Tað veldst sjálvandi eisini um, hvussu Býráðið raðfestir íløgurnar.
Býráðsformaðurin vónar bara, at málið verður avgreitt sum skjótast, so at býráðið fær lagt fíggjarætlanina fyri komandi ár til rættis undir teimum røttu fortreytunum.
Annars heldur hann, at tað er óneyðugt hjá landsstýrinum at leggja seg út í íløguætlanina hjá Tórshavnar Kommunu.
? Hóast Kommunan nú er væl fyri fíggjarliga, duga vit sjálvi at ansa eftir, at vit ikki brúka meiri pening, enn forsvarligt. Tí er mark fyri, hvussu stórar íløgur, vit kunnu gera. Tað hava vit eisini prógvað, tí fyri 10 árum síðani var skuldin hjá Tórshavnar Kommunu 700 milliónir, men við árslok í ár er hon komin niður á 300 milliónir. Annars verður tað avmarkað, hvussu stórar íløgur kommunurnar kunnu gera, tí eftir nýggju kommunulógini kann ein kommuna ikki skylda meiri enn eina álíkning, sigur Leivur Hansen.nskt, áðrenn tær kundu dømast, tí tað varð sagt, at eingin próvdómari í biologi og samfelagsfrøði, sum skilti føroyskt, var tøkur.
Teir næmingarnir, sum fóru til próvtøku í biologi og samfelagsfrøði, skuldu, tá teir settu seg við próvtøkuborðið, skriva undir uppá, at teir heimilaðu, at uppgávurnar vórðu umsettar til danskt, áðrenn tær vórðu dømdar. Av umleið 35 næmingum vildu tólv næmingar ikki skriva undir, og tískil fingu teir einki prógv, men eina váttan um, at teir høvdu gingið á skúlanum í trý ár, at teir høvdu fingið øll próvtølini uttan í skrivligari biologi og samfelagsfrøði, og tískil ikki høvdu staðið royndina.
Stórar broytingar
Jógvan Jespersen staðfesti, hvussu stórar broytingarnar hava verið hesa síðstu fjórðings øldina. Nú verður tosað og skrivað á føroyskum, og nú snúgva uppgávurnar seg um føroysk viðurskifti. Tað gjørdu tær ikki í 1975.
Tað árið var heitið á skrivligu uppgávunum í biologi ikki serliga vinarligt móti føroysku næmingunum. Teir skuldu Give en økologisk beskrivelse af en dansk løv? eller nåleskov. Og teir skuldu anføre nogle sandsynlige konsekvenser med hensyn til frøens biologi i Danmark.
Hetta sigur okkum, at talan ikki bara var um ein danskan skúla, tá tað snúði seg um málið, men eisini um innihaldið.
Ivaleyst setur danska undirvísingarverkið framvegis sín dám á føroysku miðnámsútbúgvingarnar. Og ivaleyst verður gongdin í framtíðini tann, at útbúgvingarnar fara at gerast alt meiri altjóða kendar, men tað er einki at ivast í, at á summum økjum hevur tað gingið rætta vegin síðstu fjórðings øldina.
? At næmingarnir ofraðu prógvið fyri móðurmálið tykist ikki hava skaðað útbúgvingar? og virkisleiðina. Próvleysu næmingarnir síggjast aftur nógva staðni í samfelagnum, og tveir teirra hava verið valdir inn á ting fyri sambandsflokkin, segði Jógvan Jespersen, sum harvið vísti til Bjørn á Heygum og Marius Dam.
Hugnalig samvera
Í fjósinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali fingu luttakararnir ábit eftir túrin í Reynsmúlalág.
? At ganga niðan á Reynsmúlalág og aftur í fjósið hjá Ríðingarfelagnum var eingin trupulleiki hesa ferð. Men spurningurin er, hvussu tað fer at verða, tá vit fara at halda hálvt hundrað ára dagin, helt ein av luttakarunum.
Í Hoydølum var veitsla seinni um kvøldið. Tað var dýrdarveður, og skipað var fyri myndatøku uttanfyri skúlan ? akkurát sum fyri 25 árum síðani. Næmingarnir stóðu og sótu í somu røð, sum teir sótu og stóðu tá, men onkur helt fyri, at beinkirnir tóktust eitt sindur tódnaðir!
Undir borðhaldinum vóru fleiri røður. Fýra lærarar vóru møttir. 87 ára gamla Daniella Olsen, sum vísti seg at vera sera væl fyri, og so tær yngru Katrin Thomassen, Inge Flø Jørgensen og Jette Hoydal. Jette mintist í síni røðu aftur á, at hesin árgangurin var tann fyrsti, sum hon undirvísti í Hoydølum. Nú er tað næsta ættarliðið, sum fær málsliga undirvísing, og sum tað verður roynt at læra upp til ábyrgdarfullar og sosialt medvitandi samfelagsborgarar.
Dýrdarveðrið gjørdi, at tað bar til at hugna sær bæði inni og úti. Eitt orkestur spældi, og tá tað leið nakað út á náttina, fór Sámal Ravnsfjall á pallin og sang um medistaran í karry.
Nakrir fáir næmingar høvdu ikki umstøður at vera við leygardagin. Fyri tey, sum hittust, var talan um ein framúr hugnaligan dag. Onkrir floksfelagar høvdu ikki hittst hesa síðstu fjórðings øldina. Semja var um, at so long tíð skal ikki renna, áðrenn tað næstu ferð verður skipað fyri felags samveru.th;ur uppaftur neyðugari í einum føroyskum sjálvberandi fiskivinnubúskapi.
Við tøkk fyri upptøkuna.
Egil Olsen - fiskivinnufrøðingur
Myndatekstur (Mynd av Egil Olsen)
Vit sóu í kreppuárunum, hvussu alt samfelagið ávirkaðist av tí negativu gongdini í fiskivinnuni og vit síggja í dag, hvussu alt samfelagið ávirkast av tí positivu gongdini í fiski- og alivinnuni.Ì eini tíð, har fría kappingin ræður og har broytingarnar henda skjótari enn nakrantíð, er tað sera umráðandi altíð at vera kappingarførur mótvegis kappingarneytunum. Hetta krevur gransking, sigur Egil Olsen, fiskivinnufrøðingur, sum her roynir at birta uppundir kjak um føroyska fiskivinnugransking