Serfrøðingar hjá stovninum International Crises Group ávara nú um, at spenningurin í Suðurkinesiska Havinum kann enda við kríggi, eftir at ein roynd hjá teimum tíggju londunum í ASEAN-felagsskapinum at loysa trætuna miseydnaðist.
Paul Quinn-Judge, sum stendur á odda fyri teirri asiatisku deildini hjá International Crises Group, sigur við tíðindastovurnar, at soleiðis sum støðan er, kann kreppan enda við vápnaðum samanbrestum.
Kina krevur ræðisrætt yvir stórum pørtum av einum sjóøki, sum er 3,4 milliónir ferkilometrar til støddar, men Vietnam, Filipsoyggjarnar, Malaysia, Brunei og Taiwan krevja partar av sama øki. Eitt uppskot hevur verið um at leggja trætuna fyri altjóða havrættardómstólin at taka støðu til, men tað vil Kina ikki.
Norski granskarin Stein Tønnessøn segði við norsku tíðindastovuna NTB fyri trimum vikum síðani, at Kina vil hava fatur á møguligum olju- og gassleiðun undir havbotninum í einum øki, sum sambært altjóða lóg og reglum hoyrir til Vietnam. Hann væntaði, at Vietnam fer helst at brúka hermegi, um kinesarar seta borin í havbotnin har.